• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Poul Andrias Petersen (1884-1957)

Hann varð føddur í Mikladali 9/7-1884. Komin til mans tók hann lut í øllum bygdararbeiði, røkti bø og haga og søkti sjógvin. Men tíðliga fór heilsan at bila og hann fekk langa sjúkralegu, áðrenn hann slóknaði 25/8-1957.

Meðan hann lá sjúkur, fekst hann við at festa á blað ymist, hann sjálvur mintist um heimbygdina, og slíkt, sum fróðarfólk høvdu sagt honum. Hesar frásagnir komu út í 1966 undir heitinum »Um Mikladals bygd«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017