• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Poul Petersen (1901-2001)

Hann er føddur í Funningi 3/9-1901. Komin til mans tók hann lut í vanligum bygdararbeiði, fór so niður til Danmarkar og tók studentsprógv í 1925. Hann tók so upp lestur við lærdan háskúla og tók løgfrøðisprógv í 1931.

Árini frá 1932 til 1937 var hann sýslumaður í Norðuroya sýslu við  bústaði í Klaksvík, í nøkur ár virkaði hann sum løgfrøðiligur ráðgevi í Havn, fekk so í 1951 fulltrúastarv í landsumsitingini, og hetta starv røkti hann, til hann legði frá sær vegna aldur.

Innan føroyskan politikk hevur hann havt mong álitisstørv, alt frá tí fólka-floksveljarar í Eysturoy settu hann inn á ting í 1940, til hann bar seg undan afturvali í 1974.

Poul Petersen er søgukønur maður, sum hildið hevur mangan áhugaverdan fyrilesturin eitt nú í útvarpinum, og bæði bókaverkini, ið eftir hann liggja, viðgera søguligar og samfelagsligar spurningar: »Ein føroysk bygd«, 1968, og »Føroyar í søguni«, 1975.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG.Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017