• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Thorstein Petersen (1899-1960)

Hann varð borin í heim í Havn 21/8-1899. Aftan á barnaskúlagongd fór hann til Danmarkar at taka studentsprógv og lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

Tá hann í 1928 hevði staðið løgfrøðisprógv, kom hann aftur til Havnar, har hann setti seg niður sum sakførari - seinni gjørdist hann stjóri í nýstovnaða Sjóvinnubankanum og sat í hesum starvi fram til kreppuna í 1951.

Tíðliga kom hann upp í politikk. Hann sat á tingi fyri Fólkaflokkin í Suðurstreymoy 1940-54, var fleiri skeið tingformaður.

Hann var landsstýrismaður 1950-51 og fólkatingsmaður 1943-50, varð aftur valdur á fólkating í 1957, men misti valbærið orsakað av leikluti sínum í Sjóvinnubankamálinum í 1951.

Tað, hann hevur skrivað, liggur á søguliga og politiska bógnum.

Hann doyði 4/5-1960.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017