• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Jógvan Poulsen (1854-1941)

Jógvan Poulsen  var føddur í Svínáum í 1854. Hann tók læraraprógv í 1876 og starvaðist sum lærari í Sjóvar sókn.

Jógvan var virkin á mongum økjum, m.a. var hann ein av stovnarum Føroya Lærarafelags og sat á løgtingi frá 1883 til 1928, eftir 1906 fyri Sambandsflokkin. Hann skrivaði fyrstu føroysku bíbliusøguna, eins og hann var uppi í at skriva fyrstu føroysku stavingarbókina.

Wikipedia

Jógvan Poulsen

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Jógvan Poulsen var føddur við Svínáir í 1854. Aftan á barnaár í heimbygdini fór hann í bóndahús norðuri á Eiði at tæna. Í 1874 leitaði hann á læraraskúlan í Havn, haðan hann tók prógv 1876. Sama ár varð hann settur í starv í Sjóvar sókn.

Føringafelagsmenn settu sær í 1889 sum mál at fáa til vega skúlabøkur á móðurmálinum, og her gjørdist Jógvan Poulsen ein av undangongumonnunum. Í 1891 gav Føringafelag út bókina »Förisk ABC og lesingabók«, sum hann saman við havnarlæraranum Christian Ludvig Johannesen hevði lagt úr hondum, og ár 1900 kom Bíbliusøga hansara, eitt vala verk prentað við broytingarstavsetingini.
Jógvan Poulsen var eisini politikari. Hann sat á løgtingi frá 1883 til 1928.

Rættiliga tíðliga — í 1917 — legði hann vegna sjúku lærarastarvið frá sær. Hann doyði í 1941.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017