• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Sigmund Poulsen

Sigmund Poulsen (1954-)

Hann er føddur í Klaksvík í 1954. Aftan á lokið realprógv fór hann á studentaskúla í Hoydølum og tók prógv har. Eitt skifti arbeiddi hann sum blaðmaður á »Dagblaðnum«, annað skifti sum blaðstjóri á »Oyggjatíðindum«, og nú hevur hann í nøkur ár starvast sum útvarpsmaður.

Hann hevur givið út tvey søvn, yrkingasavnið »Og dreymarnir venda sær«, 1974, og »Royndir«, 1978, sum er savn av yrkingum og tveimum *stuttsøgum.

Í 1975 vann hann 2. virðisløn í *sjónleikahandritakapping Varðans, og seinni hevur hann skrivað fleiri útvarpsleikir og ljóðmyndir, m.a. »Lagnustund«, 1978, og »Miskunnarleyst land«, 1980.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.(GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017