• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Valdemar Poulsen

Valdemar Poulsen (1909-)

Hann varð føddur í Havn í 1909, sonur Vilhelm S. Poulsen. Valdemar fekk tann lærdóm, sum Havnar skúli tá hevði at bjóða, eitt viðføri, ið ikki mundi røkka langt, dugdi maður sær ikki sjálvur at byggja omaná og víðka sjónarringin. Hetta dugdi Valdemar og heilt frá ungum av las hann nógv, føroyskt eins væl og heimsbókmentir.

Ungur fór hann í handverkaralæru, var eitt skifti niðri í Danmark, kom so heim aftur og setti seg niður sum hárskeri í høvuðsstaðnum. Í hesum starvi, sum hann røkti til fyri stuttum, kom Valdemar at hitta hóp av fólki, ein veruleiki, ið kanska var við til at gera hann til stóran menniskjakennara og dyggan sálarlýsara, sum skaldskapur hansara sýnir.

Bókmentaverk:
Fyrsta stóra skaldaverk Valdemars er *sjónleikurin »Sat sapientk, sum varð framførdur á fyrsta sinni á vári 1958. Heitið er útlendskt, og tað er umhvørvið eisini, leikurin fer fram í. Á avdankaðum jarnbreytarøki hitta vit landastrokið Jeremias einaferð ungur gávuríkur listamaður, sum av øvundsmanna lokabrøgdum er koyrdur av tí listaskúla, har hann søkti sær útbúgving. Nú livir hann neyðarsliga tilveru so at siga á øskudunganum, tá ein blaðmaður kemur fram á hann, hoyrir lívssøgu hansara og ger av at endurreisa hesa neyðar menniskju. Meðan Jeremias letur mjólk út yvir breyðsúpanarborðisk sín, fær blaðmaðurin hugskotið; hann frystir súpanarborðiskin og sýnir hann fram sum listaverk við miklari stákan undir heitinum »Sat sapienti« - nóg mikið hjá tí vísa. Listaverkið verður við miklum hóvastáki umrøtt í bløðum og útvarpi, listametarar kappast um at vísa tí virðing, til Jeremias at enda nærum gerst óður í høvdinum av hesum *glantrileiki og smildrar tað sundur.

Fremmant heiti, fremmant umhvørvi, men evnið er alheimsligt, ið her verður tikið til viðgerðar. Spurningurin um sannleikan ella lygnina um nýmótans list, spurningurin um uppgjørdar listametarar, spurningurin um nýggju klæði keisarans.
 
Í 1965 kom annar sjónleikurin »Og tó skínur sólin«. Hann tekur til viðgerðar hesa avlagaðu tíðina undir øðrum heimsbardaga, tá so mangt varð umskipað. *Ummælari tók soleiðis til: »í hesum lítla samfelagi royna ymisk menniskju at klára seg sum best, men ójavnt gongst; nøkur búnast hesa royndarstund, nøkur fara meira ella minni við rákinum, meðan einstøk svimja sum fiskurin í hinum gylta streyminum«. Aftur her eru tað errinskapur og fávitska, ið fáa skot fyri bógvin.

Ein náttúrlig avleiðing av stovnsetan Útvarps Føroya var, at skaldskapargreinin útvarpsleikur fekk høvdið fyri seg í føroyskum bókmentum, og ein hin fyrsti at halda seg til var Valdemar Poulsen. Í sekstiárunum komu á prenti tveir av leikum hansara, »Hin ivingarsami« 1963 og »Næstringarnir« 1968, sum prógvaðu, at hann hevur sjáldsamt hegni fyri júst hesum leiklistahátti.

Í hugmyndum og *stuttsøgum sínum, »Meðan havaldan dúrar« 1960, »Ein tíðarmynd« 1979, greiðir høvundurin - kanska í so filosofiskt - frá teim ymsu síðunum av lyndi menniskjans, stillførur og sannur í sínum frásøguhátti - í hæddina kemur frásøgukynstrið í stóru *skaldsøguni »Osvald«, ið kom í 1978.

Osvald býr í Havn og er, tá vit hitta hann, mannkomin - 35 ára gamal. Upp til skúlaaldar er hann eins og hini børnini, men tá ið hann kemur í skúla, sjey ára gamal, lærir hann ikki at lesa - hann man vera orðblindur. Men lærari hansara veit einki um hugtakið orðblindni - *søgugongdin er løgd til tíðarskeiðið 1914-18, og tá tosaðu skúlalærarar valla um slíkar spurningar - og hann skírir dreingin býttan; eftir hesum dómi hevur drongurin, unglingin og seinni maðurin verið viðfarin sum brekaður, men hvør er í veruleikanum hin brekaði, spyr høvundurin, er tað ikki heldur hetta tronga samfelagið, sum happar og háðar hin minni menta?

Eyðkent fyri skaldskap Valdemars er *myndatalan í navnagávuni. Harra Wandsbek eitur lærarin, ið dómin fellur, og vita vit tá, at danska orðatakið »det gælder til Wandsbek« merkir nakað sum »tað er blóðgalið«, skilja vit ætlan og støðutakan høvundsins.

Osvald verður skotin í hini blídligu Karini, ið er nógv yngri enn hann, og kensluborin sum hann er, fyrigyklar hann sær eina framtíð saman við henni. Eisini hesum má gjøldur gerast burturúr, og hendan argingin tekur lívið av Osvaldi, sum, eins og permuprýðið ímyndandi sýnir, verður hugmyndin av hjartanum handan grind, sum argan og óndskapur forða at fáa samljóð við onnur hjørtu.

Í *bygging man henda skaldsøgan hava síni brek, men tað forðar henni ikki í at teljast millum allarbestu skaldsøgur á føroyskum.

*Hittinorðaður er Valdemar í skaldskapi sínum, og hittinorðagerð er eitt ítriv, hann hevur íðkað frá ungum aldri. Í 1961 kom út savnið »Børkuvísur« við hesi beinraknu lýsing av myndataluni í bókaheitinum:

»Børkuvísan er sum eitt lítið ljós í haganum. Tá ið hon tendrar um hásummartíð, lýsir hon langa leið.

Har mangar standa tilsamans, eru tær sum glógvandi stjørnusandur at síggja.
Børkan hevur raman smakk - verjir móti roti«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017