• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Jóannes Rasmussen

Jóannes Rasmussen (1912-1992)

Hann er føddur í Havn 29/2-1912, sonur Rasmus á Háskúlanum og Onnu Sofíu, ið var systir Símunar av Skarði.

Hann hevði aftan á barnaskúlagongd fingið  sær skrivstovuútbúgving, so til Danmarkar á studentaskúla, har hann tók prógv í 1937. Aftan á lokið prógv fór hann undir lestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist mag. scient í 1950. Meðan hann las, arbeiddi hann á Danmarks Geologiske Undersøgelser, og her fekk hann starv sum jarðfrøðingur aftan á lokið embætisprógv. Síðan 1955 hevur hann umframt verið fyristøðumaður fyri Føroya Náttúrugripasavni. Í 1971 varð hann tilnevndur statsjarðfrøðingur og í 1978 kosin heiðursdoktari við Keypmannahavnar lærda háskúla.

Jóannes Rasmussen hevur skrivað fleiri ritgerðir, greinir og bøkur um føroyska jarðfrøði, og hann hevur verið dyggur undangongumaður í føroyskum fróðskapi: næstformaður í Føroya Fróðskaparfelag 1952-74 og formaður 1974-77, formaður í Fróðskaparsetursráðnum 1965-74 og næstformaður 1974-77 og í ritstjórnini á Fróðskaparriti 25-ára skeiðið  1952-77.

Í 1998 gav Føroya skúlabókagrunnur bókina Føroya jarfrøði út.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017