• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Petur Martin Rasmussen (1931-)

Hann er føddur á Skála 24/9-1931. Aftan á lokna barnaskúlagongd fór hann til Havnar á studentaskúla og tók prógv í 1952. Hann tók so upp gudfrøðislestur við lærda háskúlan í Keypmannahavn og leyk prógv í 1960. Í lestrartíðini tók hann lut í studentafelagslívi m.a. sum formaður Føroyska Studentafelagsins  1956-57.

Árini 1961-62 var hann prestur í Norðuroya vestara prestagjaldi, lærari á Føroya Studentaskúla 1962-66, prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi 1965-71, og frá 1971 prestur á Eiði.

Hann var blaðstjóri á »Kirkjutíðindum« 1963-69 og 1974-76. Saman við Hanusi A. Samuelsen skrivaði hann »Føroya søgu«, 1965, og sjálvur hevur hann skrivað »Tættir úr Føroya Kirkjusøgu«, 1978.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017