• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Andrea Reinert (1894-1941)

Andrea í Norðradali kallað. Pápi hennara var Andras bóndi í Norðradali. Hildið verður, at hon gekk lítið og einki í skúla, men fór á háskúla at læra seg at skriva føroyskt. Hon lærdi at seyma mannfólkaklæði í Havn, fór til Keypmannahavnar eina ferð í 1920'árunum. Lærdi til sjúkrasystur. Seymaði fyri handilshúsið Crome & Goldschmidt og hevði seinni fína seymistovu sjálv. Hon giftist mitt í 1930'árunum við verkfrøðingi og átti eingi børn. „Hon hevði eina skaldsliga æðr, tað kendist týðuliga" sigur Janus Kamban, og hon spældi sjónleik í Føroyingafelag. Hon tók myndir, var amatørfotografur og sera lívlig. Í útisetablaðnum Búgvanum eru fleiri greinir eftir hana. Meðan hon livdi, vórðu tríggjar yrkingar prentaðar í Varðanum, og ein av teimum sigur frá sterkum upplivingarhugi og lívstrá. Hon fekk ung tuberklar, og teir vitjaðu aftur og voldu hennara deyða. Hon var farin undir at skriva eina stóra skaldsøgu mitt í 1930'árunum, men hon varð ongantíð liðug. Eftir at hon var deyð, vórðu prentaðar tvær ungdómsyrkingar í Búgvanum og søgan „Dreymurin" í Søgubókini, sum Sigrið av Skarði ritstjórnaði. „Dreymurin" byggir partvíst á søgnina um Kálv lítla, og søgan er skrivað í 1936 til eina stuttsøgukapping, sum Føroyingafelag í Keypmannahavn stílaði fyri. Prentaða søgan er snøggað í mun til handritið, sum Janus Kamban eigur.

Skaldskapur:

„Fráfaring" (yrk.), Varðin 1932, bls. 64.

„Sorg" (yrk.), Varðin 1934, bls. 43-44.

„Blómurnar í glugganum" (yrk.), Varðin, 1939, bls. 111.

„Duldur eldur í barmi inni" (yrk.), Búgvin, nr. 24, 1941.

„So fagurt er land mítt", sami Búgvi.

„Dreymurin" (sø.) 1936, í Søgubókini, ritstj. Sigrið av Skarði Joensen, Tórsh. 1949, bls. 32-68.

Bókmentir:

Minningarorð í Búgvanum nr. 17, 1941.

Úr: Malan Simonsen (nú Marnersdóttir): Bylgjurnar leika í trá. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017