• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
J. H. Schrøter

Johan Hendrik Schrøter (1771-1851)

Hann varð borin í heim í Havn í 1771, har faðirin, sum var av týskari ætt, var lækni. Drongurin gekk í Havnar latínskúla árini frá 1784 til 1790 og leitaði sær síðan til Danmarkar at fáa víðari útbúgving; hann varð studentur í 1791 og tók gudfrøðisprógv við Lærda háskúlan í 1796.
 
Heilt frá lestrarárunum stavar áhugin fyri føroyskum máli, tí sjálvur sigur J.H. Schrøter, at hann og bróðir hansara skrivaðu brøv sín ámillum á føroyskum hesa tíðina — og brøv á føroyskum hava verið sera sjaldsom um hesa tlðina. Frá 1797 verður hann settur sum hjálparprestur í Suðuroy, og frá 1804 situr hann sum sóknarprestur fyri oynna við sæti í Leirum í Hvalba.

Aftan á at hann hevði lagt starvið frá sær, búði hann í fýra ár suðuri í Vági, flutti so í 1828 til Havnar at búgva, og her búði hann til deyðadags í 1851.

BÓKMENTAVERK:
Schrøter fekst við at savna kvæðauppskriftir; hann skrivaði eisini upp sagnir — eitt verk, sum ikki verður mett at vera nóg álítandi úr hondum greitt — hann skrivaði tvær smáar bøkur á donskum máli um føroysk viðurskifti, men kendastu verk hansara eru týðingarnar av »Mattheus evangeliinum« og av »*Føroyingasøgu« — hesi bæði verk verða nærri umrødd her:


1. TÝÐINGIN AV»MATTHEUS EVANGELIINUM«.
Í síni starvstíð fyrstu árini av 1800-talinum er Schrøter einasti prestur í Føroyum, sum er føddur og barnvaksin í oyggjunum.

Kanska var tað hetta, sum fekk hann at venda sær til nýstovnaða danska bíbliufelagið »Det danske Bibelselskab« við tilboði um, at hann vil týða Nýggja Testamenti til føroyskt mál, um felagið vil standa fyri útgávuni; hann     sigur, at føroyingar, tá teir eru komnir til mans, skilja danskt — rætt er tað, men hann heldur, at tað hevði avgjørt gagnað, um tey ungu lærdu bíbliusøgu á móðurmálinum, og hann heldur fram:

»Ved sygesengen, naar sjælekræfterne have været meget svækkede, har jeg ofte erfaret forskjellen og seet sjeleopløftelse, naar jeg fremførte et eller andet Bibelvers i mit fødesprog«.
Brævið frá Schrøter er dagfest 13. juni 1815.

Árið eftir svarar Bíbliufelagið, at teir eru hugaðir í fyrstu atløgu at prenta eina týðing av Mattheusarevangeliinum. Og so kundi Schrøter fara í gongd við týðingina, eitt starv, sum gjørdist truplari, enn hann hevði hugsað sær.

Ein spurningur var, hvat skriftmál hann skuldi nýta. Hann valdi — eins og Svabo — at laga skriftmálið eftir úttaluni. Annar spurningur var at finna hóskandi mál, tí hann bar ótta fyri, at málnýtslan í hesum gudiliga verki skuldi gerast ov gerandislig.

Men so varð týðingin at enda liðug og í 1823 kom bókin út við hesum heiti: »Evangelium Sankta Matthæussa aa førisk o Dansk Gjivi ûd uppaa Prent eav tui Danska Buibils selskeabinum«.
Prentað vórðu 1500 eintøk, og tey 1200 vórðu send til Føroya, soleiðis at hvørt hýskið skuldi fáa sítt.

Móttøkan í Føroyum var ikki góð. Fólk hildu yvirhøvur, at málið var ov gerandisligt. Norðoyaprestur Søren Sørensen sigur í einum skrivi til skrivara Bíbliufelagsins, at tá hann las fyri sóknarbørnum sínum úr týðingini, tóku tey oftast nakað soleiðis til: »ordet er ikke helligt nok til at betegne saa hellige ting. Vort maal kan vær godt nok i daglig tale, men om de aandelige ting høre vi helst paa dansk, for hvis udtryk i religionssager vi have baaret ærbødighed fra vi vare smaae«.

Nú meira enn 150 ár aftan á kunnu vit smírast at hesum viðmerkingum, men Schrøteri mundu tær taka dygt, og hendan fólkahugsan um týðingina av »Mattheusar evangeliinum«, sum millum manna varð kallað Føroyska bók, mundi vera orsøk til, at vit ikki fingu fullfíggjaða føroyska bíbliutýðing fyrr enn 100 ár aftan á hesa fyrstu royndina.
 
2. TÝÐINGIN AV »FØROYINGASØGU«.
Undir partinum »Elstu skriftminni« er Føroyingasøga umrødd á s. 17. og har verður sagt frá, at Føroyingasøga kom á fyrsta sinni í føroyskari týðing í 1832.
Forsøgan er hendan: í 1825 stovnaðu menn í Danmark sonevnda »Oldskriftselskabet«, sum hevði til endamáls at geva út hinar norrønu bókmentirnar og at draga fram í ljósið alt tað, ið kundi hava týdning fyri norðurlandasøguna.
 
Skrivari í hesum felag var C. C. Rafn (1795-1864), og hann setur sær tíðliga í starvstíð felagsins fyri at savna saman øll brot úr fornsøgum, sum snúgva seg um Sigmund Brestisson; hetta ætlar hann at geva út í bók við norrøna upprunatekstinum, danskari týðing, sum hann sjálvur ætlar sær at gera, og so vil hann fegin hava eina føroyska týðing eisini, og í hesum sambandi vendir hann sær til J. H. Schrøter.
 
Á sumri 1827 fær Schrøter sendandi avrit av Føroyingasøgu, og hann fer fúsur undir týðingararbeiðið. Meðan hann arbeiðir, skiftir hann dúgliga orð við tveir menn, sum eisini mugu sigast at hava stóran áhuga fyri hesum verki; teir eru Jens Davidson, skrivari á amtskrivstovuni, og Jákup Nolsøe, bókhaldari við Kongliga handilin í Havn.

Týðingararbeiðið gongur hesaferð skjótari  frá  hondini  enn  tá  »Mattheus« skuldi týðast nøkur ár frammanundan; menn halda seg enn sum áður til Svabo-skriviháttin, men teksturin hesaferð er ikki bíbilskur og tí ikki so viðkvæmt evni, tá dómur um týðingarroyndina seinni skal fellast.

Týðingin var liðug longu í 1828, men ikki varð bókin prentað fyrr enn í 1832. Hon bar heitið »Færeyinga saga eller færøboernes historie i den islandske grundtext med færøisk og dansk oversættelse udgiven af Carl Christian Rafn«.

Fremst í bókini er inngangur, sum Rafn sjálvur skrivar, so verður sett ein ljósprentað eftirmynd av eini síðu úr »Flatoyarbók«, og so kemur sjálv søgan. Aftast finna vit ein søguligan navnalista, ein staðanavnalista, ein lista í tíðarrøð yvir týdningarmikil árstøl og ein lista yvir teir persónar, sum tekna seg fyri tey 107 eintøkini av bókini, sum í fyrstu atløgu komu til Føroya.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017