• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Hans Jacob Sigvardsen (1938-)

Hann er føddur við Gjógv 12/9-1938. Aftan á loknan barnaskúla var hann sjómaður nøkur ár, var næmingur á Føroya Fólkaháskúla veturin 1955-56, tók preliminerprógv 1958 og læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1962. Próvtøkuárið varð hann settur í starv við Glyvra skúla og her arbeiddi hann, til hann miðskeiðis í 70-árunum fekk starv á Argjum.  Á  sumri 1977 leyk hann exam. art. prógv í Norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum við Fróðskaparsetur Føroya.

Í 1970 fekk hann saman við øðrum í lag útgávu av nýggjum blaði »Fjarðbúgvin« - blaðstjóri var hann 1970-74.

Í samband við at Argja bygd í 1978 fylti 150 ár, skrivaði Hans Jacob bygdarsøguna »Argir«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017