• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Magnus Skæling (1891-1973)

Magnus Skæling, navnabroyting frá Joensen, varð føddur á Skælingi í 1891. Sín barnalærdóm fekk hann í heiminum, var veturin 1910/11 á Føroya Fólkaháskúla í Tórshavn og seinni ein vetur á Askov háskúla í Danmark.

Magnus Skæling kom mest at arbeiða innan føroyskan handilsskap; eitt skifti var hann bókhaldari, annað skifti ferðasølumaður og fór so í 1930 undir egið handilsvirki, sum hann rak saman við konuni til 1969.

Magnus var bókmentahugaður maður, sum alt frá ungum árum las heimsbókmentir - longu í 1. bindi av »Varðanum«, 1921, greiðir hann í grein føroyingum frá Rousseau, seinni, í fimti- og sekstiárunum, læt hann »Glugganum« fitt av tilfari. 1 1951 komu nakrar av yrkingum hansara út í savninum »Hugskot«.

Hann doyði í 1973.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017