• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Handskrift Svabos.

Jens Christian Svabo (1746-1824)

J.C. Svabo var føddur í 1746 í Jansagerði, prestagarðinum í Miðvági. Hann las fyrst hjá pápanum, ið var prestur, og fór so til Havnar at ganga í latínskúla, har hann var liðugur í 1765. So fór hann til Keypmannahavnar at lesa náttúrufrøði, men prógv tók hann ongantíð. Danska rentukamarið hevur í 1770-árunum ætlan um at fáa gjølligari upplýsingar um donsku hjálondini í Norðuratlantshavi. Svabo vónar at fáa hesa uppgávu, men danskir myndugleikar lata vinmann hansara, Nicolai Mohr, fara undir verkið. Mohr ger granskingar í Føroyum, men letur arbeiðið frá sær, og so sleppur Svabo at halda fram við uppgávuni. Hann ger ferð til Føroya í 1781—82 og savnar tilfar til hetta stórverkið, ið ivaleyst er hitt besta um Føroyar yvirhøvur. Svabo doyr í 1824.

Í 1740-árunum situr danskur prestur, Hans Christophersen Svabonius, í prestastarvi í Vága prestagjaldi. Hann giftist við eini dóttur Samuel Pedersen, løgmann, og hesi bæði fáa í 1746 sonin Jens Christian. Her í Jansagerði, prestagarðinum í Miðvági, vaks drongurin upp, og tá hann var so frægur, fór pápin at lesa við honum. Trettan ára gamal — í 1759 — fer hann til Havnar at ganga í Latínskúlan har, og haðan tekur hann prógv í 1765 — 19 ára gamal.

Í skúladøgunum í Havn hittir hann havnardreingin Nicolai Mohr, sum var fýra ár eldri — føddur í 1742. Hann var sonur Peter Jensen og Onnu Jákupsdóttur, sum búðu úti á Reyni. Teir báðir fóru út úr Latínskúlanum sama ár og komu at fylgjast stóran part av lívinum.

Fyrsti spurningur, sum hesir báðir skulu taka støðu til, er, hvørjar lærugreinir teir skulu velja sær at lesa, nú teir ætla sær á Lærdan Háskúla. Tað var nú soleiðis, at allir føroyingar, ið lisið høvdu við lærdar háskúlar í útlondum undan hesi tíð, høvdu valt sær somu grein, gudfrøði.

Heilt í tráð við tíðarandan valdu hesir báðir føroysku unglingar at bróta við gamlar vanar og fóru undir at lesa náttúru- og fíggjarfrøði. Teir gjørdu tað ivaleyst út frá teirri sannføring, ið samtíðargranskarar bendu á: At skal eitt land fáa framburð og góðar tíðir, má hetta skapast av dyggum arbeiði og framstigum í landbúnaðinum.

Tað vóru uttan iva tveir vónríkir unglingar, ið eldhugaðir fóru undir at lesa. Báðir taka Filosofikum í 1767, men skjótt fingu teir mótburð:
 
Fátækradómurin vitjaði, hvørgin fekk stórvegis hjálp heimanífrá, og Svabo var sjúkur drúgv tíðarskeið. Hvørgin tók nakrantíð endaligt prógv.

Sum árini líða, royna báðir at søkja sær starv. Her gekst Nicolai Mohr betur. Hann verður í 1780 sendur til Íslands sum náttúruserkønur fyri »Den Kgl. Porcelænsfabrik« at gera kanningar, og í 1786 fær hann fast starv hjá hesi fyritøku. Hann hevði tó ikki langa ævi, tí longu í 1790 andaðist hann í Danmark.
Svabo søkti fleiri embæti, bæði í Føroyum, í Danmark og í Noregi, men einki hann fekk.

Í 1800 leitar Svabo heim til Føroya aftur vónsvikin, sum hann sjálvur í brævi til Rentukamarið tekur til:
»Jeg kom herhid fra Fædrelandet for 35 Aar siden, blev Student med Ære, har i denne Alders Periode giennemgaaet, foruden 12 Aars Sygdom og Sengeleje, snart utroelige Viderværdigheder, og nu veed jeg ikke til hvilket af Himlens Hjørner jeg skal hen vende mig til at raabe om hielp og faae et trøstende Svar. Jeg tænker at rejse til Fædrelandet og i Stilhed der at stræbe at glemme mine Haab, de mig gjørdte Løfter og mine i Tanken saa favre Udsigter til Lykke, og der græmme mig ihjel!«

Hann bønar um pengastyrk til at sleppa heim fyri. Rentukamarið játtar honum 150 ríkisdálar, og í juli ár 1800 fer hann til Føroya, og her í Havn livir hann av lítlari eftirløn, til hann doyr í 1824.

Bókmentaverk

Bókmentaverk Svabos fellur náttúrliga í fýra: 1) Kvæðasøvnini. 2) Orðasøvnini.   3) Føroyafrágreiðingin.   4) Rit um vinnulívið.

Eftir tíð kundi verið býtt í trý tíðarskeið:

1) Verk frá 1770-árunum:
a) Orðabókin, b) Minna vísuhandritið, c) Rit um vinnulívið: »Tanker om Færøes Ekonomie«, »Kort ekonomisk Underretning om Kiødsaltning, Sviin, Kartofler og Haver», »Om den færøske Marsviinfangst», »Om fiskebanker og Meed, især de færøske«. d) Nótabókin.

2) Verk frá 1780- árunum:

a) Indberetninger, b) Størra vísuhandritið, c) Orðabókin, d) Glossarium til vísurnar, e) Rit un vinnulívið: »Giensvar til Sysselmand Joen Weyhe paa Færøe«, »En kort Beskrivelse over de Færøeske Havne og Ankerpladse«.

3) Seinastu verk frá 1800 og út til 1824.

Vit fara her at fylgja fyrru uppbýtingini:1) Kvæðasøvnini: Søvnini eru tvey í tali. Hitt fyrra er skrivað helst í 1773. Tað ber heitið: »Kvêaïr eller Gamle færøske Sange udskrevne ved Jens Chr. Svabo«. Tey trý kvæðini, sum her eru í, hevur Svabo helst fingið sendandi úr Føroyum frá onkrum, hann hevur kent. Mangt bendir á, at vælvildarmaður hansara, Suhm, professari, hevur heitt á hann at fáa hesi kvæði til vega.

Størra savnið — 52 kvæði — »Færøeske Kvêaïr, eller Gamle Kjempe-Sange samt Rujmur, saml-ede og optegnede i Aarene 1781 og 1782« varð, sum tittulin sigur frá, skrivað á Føroyaferðini.

BREUKA-TAATTUR
16. Tuj siur Jéuánis Niklassoon
éav so lujtlun Huá
Betur véar uj Urini undur Téara-Lejpi á tuá.
17. So kasta tajr han uj Esrúmi
uj Baatin uj Stujru-Boor
So réui' Jéíiánis Niklassoon o téalai ikkji ajtt Oor.
18. Røgva tajr vi Bakkan suíir
besta Mi man vera
Adlir settust Hedlumenn Flundru Agn á skjera.
19. Adlir tajr aa Baatunun véuru
Brot úr prentaðu útgávuni av kvæðasavni Svabos:
16. Tí sigur Jóannes Niklasson
av so lítlum huga
betur var í urðini undir tara-leypi at toga.
17. So kasta teir hann í eysrúmið
í bátin í stýriborð
so róði Jóannes Niklasson og talaði ikki eitt orð.
 18. Rógva teir við bakkan suður besta mið man vera allir settust Hellumenn flundruagn at skera.


Hví mundi Svabo skriva hesi kvæði upp?
Svar fáa vit í innganginum til annað handritið: »Naar en om 100 Aar, eller kortere tid, der søger ved Old-Sagers Grandskning i Norden at give Fædrenelandet Oplysning og ære, vilde vide, hvordan disse Sange have været, saa vil han med Rimelighed neppe finde Spoer dertil, ifald de nu ikke bleve optegnede, da de for nærværende Tid synes at ligge, formedelst Hukommelsens Utroeskab, i sidste Aandedræt«.

Hetta er við øðrum orðum fyri Svabo ein roynd at bjarga undan gloymsku kvæðaskattinum, sum hann er vísur í verður gloymdur, áðrenn langt um líður.

2) Orðasøvnini:
Longu á heilt ungum árum fór Svabo at savna saman orð — eitt starv, sum hann helt á við til sín doyggjandi dag. Hann týddi hvørt einstakt orð til danskt og latín og setti so inn í stavrað.

Vit vita, at hann longu í 1773 hevði rættiliga rúgvismikið handrit liðugt, og fyri at vinna sær pening, tá neyðin var størst, fór hann undir at skriva fleiri eintøk av sama handriti, sum hann so seldi til menn, ið høvdu áhuga fyri gomlum norrønum máli. Vit kenna tilsamans sjey handrit av hesum slagi.

So er tað, at Svabo í 1781-82 fer Føroya-ferð sína, og nú økir hann um savn sítt — til tað dupulta sigur hann einastaðni í inngangi til eitt handrit.

Brot úr orðabók Svabos:
Fjađlagrajn s.f. Fjeldlinie eller đen Linie, der forestilles som draget over det Højeste af en Fjældstrækning, linea, qvam connnium aeris et summitatis mon-tiúm describit S1.
Fjadlalujri [s.m.], vid. Lujri M.
Fjadlførur adj., -føør, -ført, som har stærke Knæe eller Styrke nok at Iøbe i Udmarken for at samle de halwilde Faar, genibus validis vel robore sufncienti præditus ad oves in pascuis compellendas S1.
[Fjadlgonga, -mura, vid. sub Fjal-.]
Fjadlnaama s. f. Grundlinie af et Fjeld, tractus fundi montis in planitie surgentis Sl.
Fjadlstéavur s.m. en lang Stav, be-slagen nedenom med Jern, baculús longior, annulo ferreo et cuspide infra munitus S1 .
Fjak s.n. indviklet uordentlig Figur, cucurbita picta. it. Fjas, ineptiæ. it en som bringer Ting i Uorden og Forvirring, qvi res confundit Sl.
Fjakka v.a. (+ et neutr. S4) S1-6 M, -aí, -a, bringe i Uorden S1, indvikle S1.4.5.6 M, gjøre ureede S3-6 M, væve S4,

Tað hevur ivaleyst verið dreymur Svabos einaferð at fáa givið út Føroyskt-Danska-Latínska   orðabók, men hetta ynskið endar, eins og alt, sum Svabo fekst við, í vónbroti.

Tá hann í 1800 leitar heim aftur á klettarnar, verður bandið kvett sundur millum hann og orðabóka-handrit hansara frá 1770- og 1780-árunum, sum liggja í goymslum í Keypmannahavn.

Hann byrjar tí heilt av nýggjum at skapa nýtt orðasavn í nýggja býli sínum — Pæsastovu — í Tórshavn. Tá Svabo doyr í 1824, verður hetta handrit sent niður til »Det Kgl. Nordiske Oldskriftselskab«. Sjálvt handritið telur 556 s. Í kvartstødd, og umframt eru átta uppískoyti upp á tilsamans 237 s. og 195 leysir seðlar.

Hvat sigur hetta og hini søvn Svabos okkum um føroyska málið tá á døgum?
Svabo skrivar, sum longu fyrr er nevnt, inngang til fleiri av orða-søvnunum. Hann sigur frá, at hóast málið verður tosað av fáum fólkum, so kann tað býtast upp í bygdamál soleiðis: Suðuroyarmál og Norður-oyamál, sum hann metir rættiliga rein, og so Havnarmál, ið hann skírir »den fordærvede mundart«, t.e. málið, ið er farið av lagi. Hann greiðir eisini frá skriftmáli sínum, ið hann sigur er gjørt eftir fyrimynd hjá Qyintilian, sum skrivaði, sum hann tosaði.

Annars kunnu vit siga, at Svabo klárt og greitt sigur frá, at hann heldur ikki,   at føroyskum  máli  er lív lagað. Málið er komið á grúgvu, og hann sær tveir møguleikar: 1) at royna at reinsa tað við at leita aftur til gomlu norrønu rótina. — 2) heilt at fara yvir til at tosa danskt. — Hetta seinna metir hann at vera lættastu — um ikki rættastu — leiðina, og hann tykist fullvísur í, at soleiðis fer eftirtíðin at laga seg málinum viðvíkjandi. Hann gevur tí hesa grund fyri, at hann fæst við orðabókaarbeiði:

»Ikke destomindre var det i mange henseender baade behageligt og nyttigt, om man opsamlede ruinerne af sproget, optegnede det,
som    det    nu    er for    at    ikke
eftertiden skulde savne svar, naar den spurgte om sprogets tilstand i vor tid, ligesom vi nu forgæves spørger om »Formaals-tiden«. 3)

4) Rit um vinnulívið:
Vit søgdu frammanundan, at Svabo las    náttúru-    og    fíggjarfrøði    frá 1767. Nú komu tvey høvuðsverk hansara á bókmentaliga økinum at liggja á øðrum vísindaøkjum, men hann hevur ikki gloymt lestrargreinir sínar, tí eisini her bragdar. Vit hava nevnt stóru Føroyafrágreiðingina, sum av sonnum má nevnast náttúruvísindaverk, og her skulu vit nevna onnur rit:
 
Í 1773 komu út tvey rit: »Tanker om Færøes Ekonomie« og »Kort ekonomisk Underretning om Kiød-saltning, Sviin, Kartofler og Haver«.
Í hesum ritum viðger hann ymsar síður av føroyskum vinnulívi og kemur við góðum ráðum og ábendingum, sum hann vónar, at landsmenn hansara taka væl ímóti.

Í 1779 koma tvey smárit um serføroysk viðurskifti: »Om den færøske Marsviin-Fangst« og »Om Fiskebanker og Meed, især de færøske«.

Svabo vísti við hesum ritum sín góða vilja at benda á onkrar ábøtur føroyskum vinnulívi viðvíkjandi, men hesi rit fingu lítla undirtøku millum føroyingar, ja, vit vita, at summi teirra hava argað fólk heima á landi almikið. Hetta kom Svabo at kenna, tá hann í 1781—82 ferðaðist í oyggjunum. Í Sølmundarfirði gisti hann nakrar dagar hjá systkinabarni sínum, Joen Weyhe, sýslumanni, sum fanst harðiiga at ritunum, serliga tí, ið bar heitið. » Kort ekonomisk Underretning...« Svabo sigur seg tá ikki hava stundir at kjakast við skyldmannin um hetta, men biður hann svara sær skrivliga, um hann hevur nakað at finnast at. Hetta svar kemur so í 1783 og ber heitið »Kort Anmerkning over og Svar imod den af Studiosus Jens Chr. Svaboe i Aaret 1773 udgivne oeconomiske Beskrivelse over   Færøe.   Forfattet   efter   Herr Autors mundtlige Forlangende af Joen Weyhe«. Í hesum riti fer Weyhe illa við Svabo, men aftan á kunnu vit siga, at vit her bert hava sama lesturin, ið so ofta seinni hevur fallið teimum í lut, ið hava verið av landinum og roynt at búgvið seg út innan okkurt øki: »Skalt tú koma her og læra okkum nakað«?

Sama ár svarar Svabo aftur við ritinum »Giensvar til Sysselmand Joen Weyhe paa Færøe«, har hann serliga finst at, at fleiri kendir føroyingar við undirskrift vátta, at teir stuðla Weyhe í hansara atfinningum.

Í 1785 kemur frá hondum Svabos ritið »En kort Beskrivelse over de Færøske Havne og Ankerpladse« og við hesum er verk Svabos sum vinnulívshøvundur lokið.

Vert er at geva gætur, at einki av stórverkum Svabos varð prentað, meðan hann var á lívið. Tað er ikki fyrr enn í heilt nýggjari tíð, at almenningurin kann ogna sær verk hansara: Chr. Matras greiddi kvæðasøvnini til prentingar: »Svabos færøske visehaandskrifter I —III« (1939), Nap.    Djurhuus    legði    til    rættis útgávu av Føroya-frágreiðingini: »Indberetninger fra en rejse i Færøe 1781 og 1782« (1959) og Chr. Matras greiddi orðasøvnini til prentingar: »Dictionarium Færoense« (1966-1970).

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Indberetninger fra en Rejse i Færø 1781-82

Sum nevnt hevði Nicolai Mohr verið í Føroyum og gjørt náttúruvísindaligar kanningar. Hetta var í árunum frá 1774 til 1779. Komin aftur til Keypmannahavnar biður hann um at fáa nakrar mánaðir at gera verkið liðugt í, men hann verður ongantíð liðugur. Í 1780 verður hann av »Den Kgl. Porcelænsfabrik«, sum hann seinni fekk fast starv hjá, sendur til Íslands at standa fyri kanningum.

Hann letur nú alt tilfar frá Føroyaferð síni inn til Rentukamarið, sum 2. apríl 1781 ger av at senda Svabo til Føroya eitt ár at savna tilfar og gera verkið liðugt.

Svabo fer avstað og er í Føroyum frá 22. mai 1781 til 1. sept. 1782. Ikki hevur hann ligið á løtu síðuni, tí úrslitið er rúgvismikið: Tilsamans letur hann frá sær 7 hefti uppá 1573 síður (ein part hevur tó N. Mohr skrivað).

Nú skal verða sagt eitt sindur um tey ymsu heftini:
1. hefti upp á 239 síður er mest um fuglar og ferføtt dýr. Svabo hevur skrivað alt.

— 2. hefti, 223 s. er mest um hval, fisk og fiskiskap. Her eigur Svabo bert 4 síður, Mohr eigur tær 219.

- 3. hefti, 238 s., er um veður og vind, um torvskurð, liting o.a. Svabo sjálvur hevur skrivað 2. s., Mohr 30, meðan tvær ókendar hendur hava  skrivað rest.

— 4. hefti, 253 s., er mest um seyðahald. Alt hevur Svabo skrivað.

— 5. hefti, 242 s., er um málið, um bygningar, um handilin, um siðir og skikkir o.a. Svabo hevur sjálvur skrivað 41 s., Mohr. 163, meðan ókend hond hevur skrivað rest.

— 6. hefti, 235 s., er um korn, hoygging, og so landalærutilfar. Svabo hevur skrivað 215 s., meðan ókend hond hevur skrivað rest.

— 7. hefti, 143 s., er um lendingarviðurskifti, streymviðurskifti o.a. Alt hevur Svabo skrivað.
Samanlagt hevur Svabo sostatt skrivað uml. 900 síður, Nicolai Mohr hevur skrivað stívliga 400, og tvær ókendar hendur rest.

Aftan á Føroyaferðina letur Svabo hetta tilfar frá sær í vón um, at tað skal verða prentað. Men ár ganga, og einki røkist fyri nakrari útgávu, og so doyr Svabo í 1824, uttan at nakað stórvegis úr hesum høvuðsverki hansara er komið upp á prent.

Ikki fyrr enn upp móti okkara tíð fara menn at greiða tilfarið til prentingar. Í 1924 gevur M. A. Jacobsen út eitt úrval við fródligum inngangi, og so endiliga, í 1959, kemur heildarútgávan: »J.C. Svabo: Indberetninger fra en Rejse i Færøe 1781 og 1782«. Lagt til rættis hevur Napoleon Djurhuus.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017