• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Svenning Tausen

Hann er føddur í Hovi 12/4-1936. Real-prógv tók hann í Vági 1952, var so nøkur ár til skips, fór á Føroya Læraraskúla og tók prógv har 1958.

Hann var tímalærari við Millum- og Realskúlan í Havn 1958-61, lærari á realdeild Føroya Studentaskúla 1961-74 og frá 1974 varaskúlastjóri á Eysturskúlanum. Hann hevur íðin virkað fyri útgávu av føroyskum barnabókum, sum nevndarlimur í Bókadeild Føroya Lærarafelags 1958-75, formaður frá 1965, og sum stovnari av Bókamiðsøluni, har hann hevur verið nevndarlimur frá 1968.

Sjálvur hevur hann til skúlabrúks skrivað »Bíbliusøgur«, 1961, savnað »Náttúrusøguligan orðalista«, og saman við øðrum hevur hann evnað til bøkurnar »Lindýr«, »Ættin unga« og røðina »Kristnikunnleiki til skúlabrúks«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017