• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hann var føddur á Tvøroyri í 1888 og var av Thomsen-handilsættini. Abbin, T. F. Thomsen, keypti við avtøku einahandilsins í 1856 úthandil kongaliga handilsins á Tvøroyri og stovnsetti egið handilsvirki.

Longu sum smádrongur fór Richard til Danmarkar at ganga í Borgerdydskolen, haðan hann tók prógv. Hann kom so aftur til Føroya og fekk grundleggjandi verkliga handilsútbúgving í fyritøkuni, sum pápin Hans Georg í 1872 hevði tikið eftir pápa sín. Seinni leitaði hann sær kanningarferðir til Onglands, Týsklands og Ameriku at læra seg mál og at ogna sær størri innlit í handilsskap.

Við deyða faðirsins í 1911 tók Richard saman við brøðrum sínum Tummasi og Herluf við leiðsluni fyri handilsfyritøkuni, men í 1927 tók hann seg burturúr og fór at handla fyri seg sjálvan.

Søgumenn bera Richardi tað, at hann var undangongumaður á føroyskum fiskivinnuøki, m.a. sum slóðari í royndum at fáa trolarar til landið, hann var í 1921 við at stovnseta og var stjóri í A/S Tveraa Fiskeriselskab, ið átti trolararnar »Nýpan«, »Grímur Kamban« og »Magnus Heinason«.

Reiðaravirki og handilsskapur vóru við-brekin vinnuvegur í 20-unum og 30-unum. Tá virksemi Richards á hesum øki avmarkaðist, helt hann aðrar leiðir, sum Poul F. Í hesum ørindi vísti á:

Skaldið Rikard Thomsen

Fremstur í virki tú slóðaði rás,
men umstøður vunnu teg,
tú fell ei í fátt um tín stórsjón brast, -
bert vónbrot á hvørjum veg -
Utan dvøl tókst tú róður í hendi,
mót parnassinum stevnið tú vendi.


Fyrsta úrslitið av hesi kúvending »móti parnassinum« var *skaldsøgan »Blámannavík«, ið kom í 1944, og restina av fýratiárunum og upp gjøgnum fimtiárini komu skaldsøgurnar rað á rað, tíggju í tali, Lagnan, Riddarhøfn, Hamranna børn o.s.fr.
 
Felags kann sigast, at skaldsøgur Richards miða móti at geva eina mynd av Føroyum søguliga og samfelagsliga og hvat náttúru viðvíkur frá ístíðini til dagin í dag. Flestu veruligu hendingarnar verða sum vera man lagdar til seinna partin av 19. og fyrsta partin av 20. øld, hetta er tíðarskeiðið, tá samfelagið úr patriarkalskum bóndasamfelagi broytist í eitt fiskivinnusamfelag, eitt tíðarskeið, sum kennir til tjóðskaparligar, átrúnaðarligar, politiskar og vinnuligar biltingar.

Styrkin í skaldsøgunum liggur í frásøgukynstri høvundans; hann hevur nógv upp á hjarta, og tað liggur raði fyri at skriva á góðum donskum máli, men tað skerst ikki burtur, at ov væl skínur ígjøgnum, hvørjum parti høvundurin sjálvur er í, og at skaldsøgurnar høvdu staðið sterkari sum sannur skaldskapur, um eitt sindur hóvligari tóni átti vald og um *persónslýsingarnar vóru meira fjøltáttaðar.

Richard B. Thomsen doyði í 1970.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Ymiskt eyka

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017