• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hon er fødd á Trøllanesi 16/8-1897. Ikki var barnaskúlagongdin nógv, tí bert ein lærari røkti Kalsoynna um hetta mundið -av tveimum mánaðum var skúlagongd á Nesi í tíggju dagar, men hon lærdi alt konufólkaarbeiði, sum var at gera, ullarbeiði og tøting var tá ein týðandi táttur í gerandisdegnum.

6 ára gomul misti hon mammuna, og tá ið hon var 12, doyði pápin. Hon kom tá fyrstu árini at vera rættiliga nógv á Húsum. Katrina var tilkomin, áðrenn hon leitaði sær burtur at ogna sær lærdóm. Á sumri 1927 var hon á vevskeiði á Føroya Fólkaháskúla, og árið eftir gekk hon á »Kunstflid«-skúlanum í Keypmannahavn. Árini 1929-30 var hon handarbeiðislærarinna á háskúlanum, og í 1931 var hon á vevskúla í Oslo.

Heimafturkomin hevur hon búð í Havn, á Eiði, í Mikladali og so aftur á Trøllanesi. Innan handarbeiðsgreinina er tað serliga plantulitingin, ið hevur havt hennara stóra áhuga, og í 1972 gav Føroyskt Heimavirki útbókina »Plantuliting«

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017