• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 
Maurentius Viðstein

Maurentius S. Viðstein (1892-1971)

»Tað eru summi menniskju, ið fram um onnur hava eina íborna listarkenslu, sum røkkur út um gerandisdagin og gerandislívið«, soleiðis byrjar ein starvsbróðir føðingardagskvøðu til blaðmannin, politikaran og skaldið M. S. Viðstein.

Hann varð borin í heim í Havn í 1892, men vaks upp úti á bygd við Sundalagið, og bæði pláss hava merkt hann: Fáur hevur skrivað neyvari um aldandi lívið í lítla høvuðsstaði Føroya fyrst í øldini, og fáur hevur lýst friðsæla bygdarlívið betur enn hann.

Komin til mans var hann nøkur ár til skips við føroyskum fiskiskipum, og seinni dró útferðarhugurin hann í langfarasigling á høvunum breiðu, men heimlongsulin dró hann aftur til føðilandið, og hann festi búgv í Havn.

Hetta var í teimum døgum, tá sosialistiska hugsjónin gekk sigursgongd um lond og fór at bera við í Føroyum.

Maurentius ivaðist ikki í, hvørjum hann skuldi halda við. Hann gjørdist fyrsti blaðstjóri á »Føroya Sosialdemokrati«, ið kom út á fyrsta sinni 24. mai 1927, og var saman við P. M. Dam fyrsta umboð javnaðarfloksins á løgtingi — valdur 1928.

Hungur og neyð alt ov leingi vit kendu,

tíðum varð rænt okkar dagliga breyð.

Nú verður á slíkum óskili endi,

nú stendur stríðið um lív ella deyð!

Tær hugsjónir bjørtu fyrr lív máttu lúka,

líkbleikt á valinum arbeiðsfólk lá.

Nú er' tað vit skulu hevndarstund brúka:

Smell, reyði dúkur mót himinum blá!

Nú, haldið í hernað! Dystur skal standa!

Sigur skal vinnast, nú framá í bólk!

Blóðreyða merki nú smellir um landa:

Nú byrjar nýtíð for arbeiðsins fólk!

Soleiðis umyrkir hann eldhugaður í 1929 brot úr polska stríðssanginum Warszawianka, men ymsar umstøður gjørdu, at hann longu miðskeiðis í 1930-árunum fór burtur úr politikki.

Í 1935 varð hann knýttur at nýstovnaða »Dagblaðnum«, og her arbeiddi hann sum prentari og blaðmaður, av og á sum ábyrgdarblaðstjóri, til hann vegna aldur legði frá sær. 
 
Eitt skifti — tað var undir seinna heimsbardaga — stjórnaði hann skaldskaparblaði, ið æt »Nýtt land« og var fylgiblað »Dagblaðsins«. Her komu fleiri av søgum hansara.

Hann gjørdi eisini eitt dygdararbeiði innan ungmannadeildina hjá Losjuni í Havn, var við uppi í sjónleikarframførslum og skrivaði í handskrivaða blaðið »Glaðustrok«.

Maurentius læt úr hondum tríggjar bøkur:
Í 1941 kom søgusavnið »Eirika«, ið telur fýra søgur, skrivaðar í tíðarskeiðnum 1929 -1941, árið eftir kemur yrkingasavnið »Sól til viðar gongur« við umleið 50 yrkingum, ið vorðnar eru til serliga seinast í 30-árunum. Partvíst eru yrkingarnar merktar av politisku sannføring høvundans, partvíst eru tær náttúrulýsingar, minnis- og *tilburðaryrkingar.

Í 1970 kom savnið »Smásøgur úr Sundalagnum«, ein lovsongur til staðið, har hann sum barn dvaldist so nógv.

Maurentius doyði í 1971.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Samfelagsviðurskifti og "Varðin"

Búskaparliga versna tíðirnar stórliga um allan heim, sum 20-árini líða at enda.

Heimskreppan, ið kemur í hæddina í 1929, hevur við sær arbeiðsloysi og lønarniðurskurð.

Byrjanin av 30-árunum er í mangar mátar tronglig tíð í Føroyum. Heimskreppan veldur mangan húsagangin, inntøkurnar eru sera lágar, prísirnir ikki tilsvarandi, og undan íslandi frættist mangur sorgarleikur, ið tekur einstaka húshaldinum og vinnulívinum dygt.

Hetta eru árini, nýstovnaði javnaðarflokkurin fær undirtøku úti millum fólk, hann fær umboð á ting í 1928 og veksur upp gjøgnum 30-og 40-árini. Føroyskur politikkur fær ein annan høvuðsspurning at dragast við enn toganina millum samband og sjálvstýri.

Uttan úr stóru verð frættist um einræðisharrar, ið koma til valdið, sum dubba seg hernaðarliga og leggja fram krøv um yvirvaldsrætt yvir landaøkjum, ið aðrir eiga.
Á bókmentaøkinum leggja bæði yrkjarar og prosafólk frá landi í bókmentatíðarritinum »Varðanum«, ið fyrstu ferð kemur út í 1921, og uttan iva í tráð við politisku gongdina sær *sosialrealistiskur skaldskapur dagsins ljós seinast í 20-árunum.

Hetta verður stóra skaldsøgutíðin í føroyskum skaldskapi.
Menninir, ið hoyra til hetta tíðarskeiðið, skriva einar tjúgu *skaldsøgur — o.u. ein helmingur upprunaliga skrivaður á føroyskum, ein helmingur á donskum.

Á yrkjaraøkinum fáa vit stóran náttúruskaldskap og á fyrsta sinni í yrkingalíki samfelagsrevsandi skaldskap við hvøssum broddi.

*Stuttsøgan eigur góð kor, meðan *sjónleikurin enn tykist tøva á gomlum gøtum.

Bókmentatíðarritið "Varðin"

Í Tingakrossi 23/3-1921  finna vit hendan stubban:
»Fyrsta hefti av nýggja tíðarskriftinum, sum felagið »Varðin« gevur út, er nú útkomið.  —  Tíðarskriftið er ætlað at koma í 8 heftum um árið. Ritstjóri er Richard Long.

Umslagið er skrýtt við eini vakrari mynd: Varðin, ið hevjar seg móti himli, har sólin roðar yvir sund og fjørð og bygdarlag. Ein rungandi kvøða til Føroya málið av J. H. O. Djurhuus er inngangur, Sverri Patursson hevur langa og frálíka forvitnisliga grein — við myndum — um lomvigan. Símun av Skarði skrivar »Úr ymsum ættum« um »Rusland og Lenin«, Richard Long hevur týtt »Kvæðið um falkin« eftir Maxim Gorki, Christian Matras, Poul F. Joensen og M. A. Jacobsen eiga vakrar yrkingar; henda seinasta, »Heimmynd«er skaldsligur dýrgripur.
Allir limir »Varðans« fáa tíðarskriftið fyri einki. Og tað verður óivað vert at eiga.«

Longu í hesum fyrsta Varðaheftinum stíga tveir ungir yrkjarar fram, hin 22 ára gamli Poul F. Joensen úr Sumba og hin 20 ára gamli Chr. Matras av Viðareiði.
Í 3. bindi 1923 finna vit stuttsøgu og yrkingar eftir 24 ára gamla Hans Dalsgaard úr Skálavík.

Stóru prosameninir koma nakað seinni: 37 ára gamli oyndfirðingurin H. M. Ejdesgaard fær fyrstu søgu sína prentaða í 4. bindi 1924, Heðin Brú stígur fram 28 ára gamal í 9. bindi 1929 og Martin Joensen 31 ára gamal í 13. bindi 1933.

Maurentius Viðstein, kemur ikki við í Varðan fyrr enn í 1940, men kortini hevði hann áðrenn hetta gjørt vart við seg, fyrst í »Føroya Sosialdemokrati«, seinni í »Dagblaðnum«.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017