• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Frida Zachariassen (1912-1992)

Hon er fødd í Klaksvík 24/9-1912. Ellivu ára gomul fór hon til Havnar at ganga í skúla og tók millumskúlaprógv har. Hon fór so niður til Danmarkar, var í húsplássi í seks ár, tók handilsskúlaprógv og gekk eisini á skeið í málningalist.

Í sjey mánaðir var hon í Newcastle og lærdi seg enskt mál, var so í eitt ár í húsplássi í London, kom heim aftur stutt undan krígnum og fór so at arbeiða á skrivstovu í Klaksvík. Hon hevur gjørt vart við seg sum listakvinna bæði innan myndandi list og bókmentir.

Í 1978 læt hon úr hondum barnbókina »Tá ið Jón vaks upp 20-30 árin«,   í samband við altjóða barnaárið 1979 gav hon út »Barnaár 1979«, sama ár kom »Brún og brá«, og í sambandi við Norðurlendska málárið 1980-81 gav hon undir heitinum »Strev í málrøkt« út greinasavn við viðmerkingum til føroyskt mál, mállæru og málrøkt.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).

Sí eisini.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017