• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Ann Ellefsen nýggjur ritstjóri

02.06.2016

15. august byrjar Ann Ellefsen í farloyvisstarvi sum ritstjóri í Námi. Arbeiðsøkið er lærugreinin føroyskt í miðnámi, og høvuðsuppgávan verður at týða, tillaga og ritstjórna tilfar til sBókarøðina Sýni & Dýpi.

Tíggju umsóknir vóru til starvið, og fýra umsøkjarar vóru bodnir til samrøðu. Ann er sera væl skikkað til uppgávuna. Hon hevur hollar og viðkomandi royndir, bæði sum studentaskúlalærari og sum ritstjóri. Harafturat hevur hon verið lærugreinaráðgevi í føroyskum til miðnám, og í løtuni er hon formaður í dómsnevndini til Bókamentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Nám bjóðar Ann vælkomnari í starvið!

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017