• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Fólkaatkvøðan 70 ár

22.11.2016
Hví var ein fólkaatkvøða í 1946?

Í ár vóru 70 ár síðan fólkaatkvøðuna hin 14. september í 1946.

Í hesum sambandi hevur Bergur Rasmussen, lærari, gjørt eina undirvísingargongd, sum er løgd á Snar og er frí at brúka.

Í filmsbrotum verður greitt frá, hvussu Bergur hevur gjørt og brúkt tilfarið, og hvussu onnur kunnu brúka tað, til dømis í søguundirvísing í 9. flokki.

Eitt brot úr sjónvarpaðu søguni um ríkisfelagsskapin er eisini sett inn í tilfarið.

Lærarar, ið hava undirvísingartilfar, sum teir vilja deila við onnur, eru vælkomnir at seta seg í samband við Snar.

Her er slóð til undirvísingargongdina um fólkaatkvøðuna í 1946.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017