• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Forritan fyri børn og vaksin

17.10.2016
Bókasavnið við Løkin skipar aftur fyri skeiði í forritan.

Tíðindaskriv

Nógv umtalaða skeiðið í forritan fyri børn og ung, sum Bókasavnið við Løkin hevur fyriskipað tveir vetrar á rað, er aftur á skránni í heyst. Hesuferð eru vaksin eisini boðin við. Skeiðið er ein verkstova har luttakararnir læra at forrita á ein stuttligan og kveikjandi hátt. Luttakarar nýtast ikki at duga at forrita áðrenn skeiðið. Ongin roynd verður, og onki støðumet verður givið. Vit geva bert frálæru og íblástur.

Skeiðið verður hvønn hósdag klokkan 16 - 18 fram til Páskir. Byrjað verður 20. oktober og hildið verður á til 2. apríl 2017. Pláss er fyri 25 luttakarum og luttøkugjaldið er kr 500. Luttakararnir kunnu hava egna farteldu við, men eisini ber til at læna frá bókasavninum.

Tilmelding á www.kurk.fo

Skeiðið verður fyriskipað í samstarvi við Kvøld-og Ungdómsskúlan hjá Runavíkar kommunu, og er komið á skránna har. Tilmeldast og gjaldast skal umvegis hesa heimasíðu, sum eitur: www.kurk.fo

Fastur táttur á bókasavninum

Tveir vetrar á rað hevur Bókasavnið við Løkin skipa fyri fyri skeiði í forritan fyri børn og ung. Hetta var eitt nýtt tilboð, sum ikki var í Føroyum frammanundan. Undirtøkan vísti seg at vera ovurhonds stór. Umleið 40 børn og ung meldaðu seg til, og flestu gjøgnumførdu allan veturin. Luttakararnir vóru bæði dreingir og gentur og komu úr fleiri býum og bygdum. Flestu kring Skálafjørðin, men eisini úr Klaksvík, Leirvík, Gøtu, Hósvík, Hoyvík og Havn.

Fjølmiðlar, skúlar kring landið og foreldur vístu skeiðinum stóran ans. Eisini aðrir kvøldskúlar hava spurt seg fyri, hvussu vit skipa skeiðið. Hetta prógvaði at tørvur var á hesum skeiði. Tí er mótið gott, nú vit fara undir triðja árið.

Eins og í fjør hevur bókasavnið fingið samstarv við Kvøld- og Ungdómsskúlan í Runavíkar kommunu, um at skeiðið verður boðið út í teirra skrá. Hetta lættir um umsitingina. Skeiðið verður tó, eins og áður, á Bókasavninum við Løkin og undirvísararnir eru teir somu. Talan er um Oddfríða Petersen og Signar Nielsen, sum báðir hava hollan kunnleika innan KT og forritan.

Bókasavnið fegnast um at samstarv er fingið við kvøldskúlan, og vónar og væntar at hetta nú er fastur táttur í virkseminum á bókasavninum komandi árini. Hetta er meiningsfult og slóðandi bókasavnsvirksemi.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017