• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Gundur Mortensen KT-leiðari í Námi

16.06.2016
KT er eitt týdningarmikið øki í arbeiðinum hjá Námi, og stovnurin hevur tí valt at seta ein KT-leiðara.

Leiðarin hevur ábyrgd av, at KT verður brúkt á besta hátt í  tí undirvísingartilfari og próvtøkutilfari, sum Nám framleiðir. Harumframt hevur hann eisini ábyrgd av øllum teimum KT-tænastum, sum Nám veitir føroyska skúlaverkinum.

Sjey umsóknir vóru til starvið, og Gundur Mortensen er settur.

Gundur hevur drúgvar royndir sum lærari í fólkaskúlanum og sum ritstjóri í Námi, har hann hevur verið við til at menna talgilding av undirvísingartilfari og at upplæra lærarar og starvsfólk í talgildum loysnum. Gundur er útbúgvin lærari og hevur harumframt eina Master-útbúgving í KT frá universitetinum í Aalborg.

Seinasta árið hevur Gundur starvast sum KT-ráðgevi á universitetinum í LIllehammer í Noregi, har hann millum annað hevur staðið fyri íverksetan av talgildum próvtøkum.

Gundur Mortensen byrjar í starvinum 1. september, og Nám bjóðar honum vælkomnum í starvið.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017