• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Hagvarpið frá Hagstovuni

26.01.2017
Hagvarpið er gott at brúka í undirvísgini nú vit nærkast 50.000.

Vit nærkast 50.000 íbúgvum í Føroyum, og áhugin fyri fólkatalsfrøði er stórur í løtuni. Snar arbeiðir í løtuni við at gera eina temasíðu við heitinum "Næstan 50.000".

Hagstovan er eisini komið við einari nýggjari tænastu, sum tey kalla "Hagvarpið". Hagvarpið vísir eitt úrvæl av samfelagsviðkomandi hagtølum. Grafarnir verða dagførdir sjálvvirkandi, so skjótt sum nýggjastu tølini eru tøk.

- Hagvarpið er ein liður í arbeiðinum hjá Hagstovuni at styrkja almenna hagtalskunnleikan um føroyska samfelagið. Vit arbeiða støðugt við at gera hagtølini meira atkomulig og lættari at brúka, sigur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni við heimasíðuna hjá Hagstovuni.

Tú kanst síggja Hagvarpið á hagvarp.hagstova.fo.

Nýggja temasíðan á Snar, Næstan 50.000, verður klár miðskeiðis í februar.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017