• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Hvat er ein sBók?

12.08.2014

Komandi skúlaár fer Nám at geva fleiri sBøkur út. Men hvat er ein sBók, og hvussu skal hon brúkast í undirvísingini?

Fyri at gera tað lættari  hjá lærarum og næmingum at læra seg at brúka nýggja miðilin, hevur Nám týtt og tillagað sBókina um sBókina til føroyskt.

sBókin um sBókina er einn hondbók við teksti, myndum og skíggjavørpum, sum vísa tær, hvussu tú fært atgongd til sBókina, hvørjar samvirknar møguleikar sBókin hevur, og hvussu tú best gagnnýtir snildirnar í einari sBók.

Malene Grønlund Nielsen, leiðari fyri góðskutrygdini hjá Systime, og Poul Henrik Mikkelsen, forleggjari á Systime, hava skrivað. Sigfríður Abrahamsen hevur gjørt føroysku skíggjavarpini, og Dorit Hansen hevur samskipað føroysku týðingina.

|
Atknýtt tíðindi
Ver við í menningini
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017