• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Innbjóðing Ársins Vitanarfróða

22.08.2017
Innbjóðing til kappingina Ársins Vitanarfróðu – fyri miðdeild og hádeild

Granskingarráðið og Nám skipa fyri kapping við íblástri frá Nysgjerrigper kappingini í Noregi. Vit nevna kappingina Ársins Vitanarfróðu. Kappingin verður neyvari lýst niðanfyri og í viðhefta skrivi.

Kappingin Ársins Vitanarfróðu

Vit bjóða øllum næmingum í miðdeild og hádeild at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Hava tit hug at vera við, mugu tit byrja at granska nú! Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 21. september í 2017.

Soleiðis gera tit

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.

Ársins evni: Tilfeingi

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum. Halda tit tað verða trupult at velja, so kunnu tit royna at granska okkurt, sum hevur við ársins evni at gera. Tað er tilfeingi.

Lesið meiri um kappingina í viðhefta skrivi og á gransking.fo

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við.

Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og ein túr í náttúruna við tveimum granskarum at síggja okkurt forvitnisligt.

Vinnarin verður kunngjørdur á Vísindavøkuni 29. september í 2017 kl.. 13.

 Innbjoding_skular.pdf

 Arbeidshattur_Arsins_Vitanarfrodu.pdf

 Undranarkort_1.pdf



 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017