• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Kommunuval

28.10.2016
Nýggj temasíða á Snar

Nám hevur gjørt nýggja temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um kommunuval.

Tilfarið vendir sær til hádeild í fólkaskúlanum í móðurmalsundirvísing, søgu og í ætlaðu lærugreinini samfelagsfrøði. Tilfarið kann eisini brúkast tvørgreinaligt.

Støðið verður tikið í, at vit velja kommunustýri fjórða hvørt ár, og hvussu hetta fer fram. Eisini verður staðfest, at um fýra ár, tá ið næsta kommunuval er, tá hava fleiri av næmingunum høvi at velja eitt umboð í kommununa - ella kanska verða tey eitt av valevnunum!

Sagt verður í tekstinum, at ”tí hevur tað alstóran týdning, at tú gert teg til reiðar at taka støðu, lærir teg at lurta og vera atfinningarsaman, og dugir at greiða frá, hvat tú heldur hevur týdning í tínari kommunu, sum jú eisini er TÚ!”

Á temasíðuni um kommunuval er eisini ein drúgvur partur um fólkaræði sum stjórnarskipan. Har verður nomið við nasismu, Stalin og kommunismu, fólkaræði mótvegis einaræði, vælferðarsamfelagið, um internetið kann styrkja fólkaræðið, um ST og mannarættindi, um beinleiðis fólkaræði og umboðandi fólkaræði.

Her er temasíðan á Snar um kommunuval

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017