• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Krabbarok í SMS

12.09.2018
Í ár hava krabbabøkurnar 10 ár á baki

Tað hátíðarhalda vit fríggjadagin 14. september klokkan 16 í Riti & Ráki við at leggja fram 6 nýggjar upprunaføroyskar krabbabøkur, harav eru tríggjar faktabøkur.

Samrøður, tónleikur og framsýning av bókum verða á skránni. Krabbabøkur verða at fáa fyri serprís til tiltakið. Elin á Rógvi hevur samrøður við høvundarnar.

Tær 6 bøkurnar eru "Eg vil heim" og "Mina, hvør eri eg?" sum Lydia Didriksen hevur skrivað; Trina Gaard hevur myndprýtt ta fyrru og Edward Fuglø ta seinnu. Tvær faktabøkur um djór, "Eg og mítt kelidýr, hundur" og

"Eg og mítt kelidýr, ketta"; Beinta Johannessen hevur skrivað báðar. "Veður," sum Hanus Kjølbro hevur skrivað, og "Katrina í Toftum," sum Ingun Christensen hevur skrivað og Kathrina Skarðsá myndprýtt.

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018