• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Kvæði á Snar

03.03.2016
Kvæðini í verkinum “Føroya kvæði” eru nú savnað á Snar.

Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini til talgildan tekst. Í samráði við Nám er avgjørt at leggja tey á Snar.

Síðan er á snar.fo/foroyakvaedi. Kvæðini á Snar eru partur av arbeiðinum hjá Árna Dahl at savna skaldskap av manna munni á Snar. Á síðuni "Skaldskapur av manna munni" eru nú sagnir, ævintýr og kvæði.

Endurgivið úr frumútgávuni:

Í fyrstu atløgu verða øll kvæði í verkinum ”Føroya kvæði – Corpus Carminum Færoensium” løgd á Snar. Kvæðini eru her endurgivin eftir frumútgávuni, sum UNIVERSITETS-JUBILÆETS DANSKE SAMFUND gav út - við sama CCF-nr. sum har.

1. bind:

1. hefti (CCF 1). Christian Matras greiddi til útgávu 1951.

2. hefti (CCF 1-2). Christian Matras greiddi til útgávu 1954.

3. hefti (CCF 2-31). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1963.

 

2. bind:

1. hefti (CCF 32-47). Christian Matras greiddi til útgávu 1941.

2. hefti (CCF 47-53). Christian Matras greiddi til útgávu 1942.

3. hefti (CCF 53-60). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.

 

3. bind:

1. hefti (CCF 61-73). Christian Matras greiddi til útgávu 1944.

2. hefti (CCF 73-90). Christian Matras greiddi til útgávu 1945.

 

4. bind:

1. hefti (CCF 91-95). Christian Matras greiddi til útgávu 1946.

2. hefti (CCF 95-105). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1967.

 

5. bind:

(CCF 106-113). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1968.

 

6. bind:

(CCF 114-236). Napoleon Djurhuus greiddi til útgávu 1972.

Kvæðini eru flokkað, soleiðis sum vísindaliga útgávan TSB “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad”, 1978, flokkar tey: A: Náttúrukvæði. B. Halgikvæði. C. Sannsøgukvæði. D. Riddarakvæði. E. Kappakvæði. F. Skemtikvæði.

Fyribils liggja fimm tey fyrstu bindini av “Føroya kvæðum” á síðuni. So hvørt verða kvæðini í 6. bindi og onnur kvæði og aðrir tættir løgd út.

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017