• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Landsroyndir og svar.fo eru amboð

07.06.2016
Aftursvar til Grein hjá Gitte Klein á skúlabladid.fo 3. juni 2016

Eg bleiv eitt sindur bilsin og órógvaður, tá eg las innleggið í skúlablaðnum hjá varaskúlastjóranum í Skúlanum við Løgmannabreyt, Gitte Klein.

Greinin leggur próvstovuna undir einans at nýta orku upp á tøkni og ikki innihald og ber í fleiri førum brá av, at greinaskrivarin er ímóti at nýta talgildar miðlar, skíggjar og yvirhøvur annað enn pappír til royndir. Hetta er sum so einki nýtt, tí Gitte hevur síðan skíggjar vunnu sær veg inn í barnaheimin og harvið eisini inn í undirvísingarheimin ávarað um skaðiligu og neiligu árinini hetta fór at hava. Gitte hevur við sínum innliti og viðmerkingum eisini givið fólkunum, ið varða av talgildu royndunum, góð hugskot til ábøtur. Men hesaferð eru greinin og viðmerkingarnar ikki nóg væl frágingnar og kanska skrivaðar í tankaloysi og sinnismuni.

Hon sigur seg ikki kenna seg aftur í, at landsroyndirnar 2016 gingu væl. Gitte letur greinina bæði upp og aftur við at vísa á, at tey, ið varða av landsroyndunum, ikki hava førleika til at umsita royndirnar, og úrslitið er tískil hareftir. Síðan heldur hon speiskliga fyri, at “um endamálið var at tryggja, at næmingarnir skuldu klára seg illa og í mongum førum fara úr royndarhølinum við eini neiligari kenslu bæði mótvegis royndum og egnum avriki, so eydnaðust royndirnar til eitt 12-tal.”

Fyrst er at siga, at fólkini, ið gera uppgávur til landsroyndir, øll eru dugnaligir og vandnir lærarar, ið kenna sína lærugrein væl og virðiliga, umframt at tey eru partur av fólkaskúlanum í gerandisdegnum. Tey byggja royndirnar á námsætlanirnar fyri lærugreinina og fólkaskúlalógina § 14 stk 5-8. Ongastaðni í grundarlagnum er endamálið at fella einstakar lærarar, fáa næmingar at kenna seg býttar ella at vísa “glitrandi tøkni”.

Landsroyndin skal vera ein partur av eftirmetingini hjá skúlanum. Skúlin sjálvur skal skipa fyri eftirmetingum og støðuroyndum annars fyri at gera eina meiri fullfíggjaða mynd av næminginum. Hetta kann landsroyndin ikki gera einsamøll. Og tað er heldur ikki endamálið við henni. Tað áliggur skúlaleiðsluni, ið Gitte jú er ein partur av, at gera eina slíka heildarmeting av næmingunum saman við lærarunum. Kenni eg lærararnar á Løgmannabreyt rætt, og føroyskar fólkaskúlalærarar sum heild, so vita tey væl, at landsroyndin undir ongum umstøðum kann standa einsamøll sum heildarmeting av næminginum. So hví Gitte skal nýta landsroyndina sum høvuðsgrundarlag undir næmingatillaging, er mær ein gáta.

Síðan vísir Gitte til ítøkiligar uppgávur, ið hon heldur áttu at verið øðrvísi. Í summum førum góðar og viðkomandi eygleiðingar, ið uppgávunevndirnar kunnu taka til sín, og í øðrum førum bara ein atfinning at, at næmingar í royndarstøðu kunnu nýta tøkni. Tað fyrra er noterað og takk fyri tað, men tað seinna gera vit í Námi og Próvstovuni ikki so nógv við.

Pallurin, ið vit nýta, er talgildur og hetta hevur fyrimunir og vansar. Soleiðis er eisini við pappíri. Tað er okkara greiða fatan, at fyrimunirnir eru munandi fleiri enn vansarnir. Við tøknini aftanfyri svar.fo er nú gjørligt at fáa afturboðan, beint sum royndin er liðug. Lesiveikir næmingar kunnu fáa tekstirnar upplisnar við talgildum hjálparamboðum. Og svar.fo gevur okkum eisini eitt nógv neyvari og greiðari yvirlit yvir føroyska skúlan, enn vit áður hava havt. Til ber at kava niður í alskyns tøl. Munir millum gentur og dreingir. Munir millum stórar skúlar og smáar skúlar. Ella hvat við at hyggja nærri at onkrum skúla, ið afturvendandi førir næmingar til landsroyndir, ársroyndir og próvtøkur við góðum úrslitum. Til ber við eini skipan sum svar.fo at eyðmerkja slíkt, ið kann verða grundarlag undir spennandi granskingarverkætlanum í føroyska skúlaverkinum.

Næmingar og foreldur fáa eisini munandi størri innlit við svar.fo, enn tá landsroyndin var á pappíri. Ein tíma eftir, at royndin er lokin, sær næmingurin síni úrslit. Hann sær øll svar, og um hansara svar eru røtt. Vit hava frætt frá nógvum foreldrum, ið eru glað fyri, at tey nú kunnu kaga inn í skúlan og uppgávurnar og avbjóðingarnar, teirra barn situr við. Hetta var als ikki partur av afturboðanini til gomlu royndirnar, sum ofta kundi kennast óviðkomandi og fremmand, tí so langt var ímillum royndardagin og afturboðanina.

Gitte sigur at enda í síni grein, at næmingarnir kláraðu seg so illa um alt landið, at tey, ið fyriskipa royndina eru beinleiðis orsøk til hetta. Grundarlagið, hon byggir hetta á er medianin. Eg skilji ikki henda pástandin hjá Gitte, tí ein partur av eini roynd er at greina støðið. Tá má ein ávís spjaðing verða millum næmingarnar. Hetta er natúrligt. Medianin liggur millum 50 og 75. Hetta merkir, at helvtin av næmingunum hava svarað millum 50 og 75% rætt. Málið við royndunum og torleikastigi er at leggja medianina millum 50 og 60, og at næmingar liggja um allan skalan frá 0-100. Øll eiga ikki at fáa millum 80 og 100% rætt. Júst sum øll ikki eiga at fáa 12 tøl til allar royndir. Vit mugu læra okkara børn og ungu, at øll ikki duga alt. Tað er í lagi ikki at duga okkurt. Vit styrkja ikki mentala mótstøðuførið hjá børnum við at forera teimum góð, óuppiborin úrslit. Tað einasta, hetta ger, er at reingja teirra sjálvsmynd.

So fyri at takasaman um kann eg vegna Próvstovuna, Nám og allar uppgávubólkarnar siga, at vit kunnu standa inni fyri tí, vit gera. Gamaní eru tillagingar, ið skulu gerast alla tíðina. Og hetta verður eisini gjørt. Men at avskriva øll hesi fólkini og eyðmerkja tey sum havandi vánaligar førleikar, ikki hava sett seg inn í, hvat hetta krevur av næmingum og ikki at hava gjøgnumhugsað uppgávur, er at fara út um mark, Gitte.

Fulla virðing fyri at tú ert av argastu mótstøðufólkum til skíggjamentanina. Men eg seti spurnartekin við um rætta loysnin er at forbjóða skíggjum, avnokta tøkni og staðfesta, at um royndirnar vóru á pappíri, so var alt væl. Tað er stutt og greitt ov einfalt.

Landsroyndir og próvtøkur í fólkaskúlanum eru talgildar. Tað eru tær, tí vit meta, at fyrimunirnir eru fleiri enn vansarnir. Tað gekk ikki sum eftir ánni í fyrstu royndunum, men tað er mín kensla, at skúlin sum heild nú hevur tikið amboðið svar.fo til sín, sum ein náttúrligan part av undirvísingarverkinum, ið kemur afturat øllum hinum amboðunum. Týdningarmesti liðurin í hesi ketuni er hvørki svar.fo, stjórin á Próvstovuni ella varastjórin við Løgmannabreyt. Tað er lærarin, sum hvønn dag stendur á gólvinum í skúlastovuni og ger eitt megnar arbeiði.

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017