• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Myndatema riggar nú á iPhone og iPad

07.12.2016
Myndatema ætlað at læra tilflytarar føroyskt er nú á nýggjum tekniskum platformi.

Lexin Myndatema er nú eisini tøkt sum HTML5. Tað merkir m.a., at Lexin, nú eisini kann brúkast á IOS, sum er stýrisskipanin til iPhone og iPad. 

Far til Lexin myndatema 

Myndatema er fleirmálsligt netforrit við samvirknum ljóð- og myndaorðabókatilfari, sum er ætlað at stuðla undir innlæringina í føroyskum hjá fólki við øðrum móðurmáli.

Myndatemaið er eisini hent hjá føroyingum, sum vilja læra seg okkurt av útlendsku málunum í myndatemanum.

Í forritinum eru umleið 1900 orð, tekningar og ljóð, sum eru býtt í 31 evni. Til hvørt evni eru undirevni. Myndatema er á 36 ymiskum málum.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017