• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Myndir í søgu

30.09.2016
Ole Wich heldur fyrilestur í Námi

Lærugreinadagin 3. oktober kl 9:30 heldur Ole Wich, sum er søgulesandi, fyrilestur í Námi um at brúka myndir sum keldu í søguundirvísingini í fólkaskúlanum. Í fyrilestrinum fer Ole Wich at brúka føroysk myndadømi. Fyrilesturin verður stroymaður á Facebooksíðuni hjá Námi, so øll kunnu fylgja við. Her er fyrireikandi slóð til søgufyrilesturin, so myndir kunnu takast niður: https://cl.ly/2y021b2r1h0i Eitt myndadømi í fyrlestrinum er frá H.C. Müller (1818-1897), sum í 19. øld hevur avmyndað grindadráp við Eystaruvág í Havn.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017