• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nem í fimta er komin út!

15.08.2018
Triðja bókin í Nem-røðini er nú liðug og klár at taka í brúk.

Nem í fimta, tíðindaskriv

Nem í fimta heldur áfram har, sum Nem í fjórða slepti. Í Nem í fimta eru nýskrivaðir tekstir og søgur og nýggjar tekningar. Harumframt eru fleiri føroysk listaverk tikin við. 

Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgur, yrkingar, yrkistekstur, lýsing, lýsingafilmur, filmir og myndir.

Nem í fimta er í seks pørtum, og hvør parturin leggur serligan dent á eitt ella fleiri øki í lærugreinini føroyskt.

Kalt niður eftir bakinum  leggur dent á søgur og listaverk, sum fáa tað at renna kalt niður eftir bakinum.

Sansa lýrikkin leggur dent á yrkingar og listasniðið í yrkingum.

Ljós á lýsingar snýr seg um lýsingar sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.

Inni í søguni leggur dent á samansettar søgur.

Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.

Vitan um barnabókmentir leggur dent á at lesa og arbeiða við yrkisteksti. Faklig lesing.

Bókaheildin fevnir um pappírsbók, netbók og læraravegleiðing. Gunnvá Dam hevur lagað til og týtt úr donskum. Og í heyst kemur mállærubókin Nem mál í fimta, sum Gunnvá Dam hevur gjørt.

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018