• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Norðurlendsk bókasavnsvika

10.11.2016
Komið og verið við í Norðurlendsku bókasavnsvikuni - 20 ár við upplestri!
14. – 20. november 2016

Í november verður skipað fyri ársins størsta upplestrartiltaki, tá vit lesa somu norðurlendsku bókmentir samstundis í øllum Norður- og Baltalondum. Á hvørjum ári taka yvir 2000 skúlar, bókasøvn og mentanarstovnar lut í upplestri, sum í ár hevur 20 ár á baki. Föreningarna Nordens Förbund bjóðar tykkum aftur at vera saman um nýggjar bókmentaupplivingar, og vit vilja hava teg við!

Mánadagin 14.november er stóri upplestrardagurin. Upplestrarløtan fyri børn og ung, Sólarris verður á morgni. Fyri tey vaksnu verður lisið upp í Skýmingarløtuni um kvøldið.

Evni fyri 2016 er Framtíðin í Norðurlondum.

Ársins úrvaldu bøkur til upplesturin eru:

  • Fyri børn: Summarið hjá Gudmundi eftir Stian Hole
  • Fyri ung: Allatta! 2040 eftir 10 grønlendskar ungdómar
  • Fyri vaksin: ”Vatnvørðurin” eftir Emmi Itäranta

Far inn á heimasíðuna hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni www.bibliotek.org fyri nærri kunning og skráset teg longu í dag! Á heimasíðuni verður alt tilfar lagt út til tín at brúka: úrvaldu tekstirnir til upplesturin, ársins plakat at prenta út, hugskotsskrá full av hugskotum um, hvussu, ið tú skalt skipa fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni, kunning um luttakarar í fotokapping og nógv annað…

Kom við í norðurlendska bókmentafelagsskapin og tak lut í Norðurlendsku bókasavnsvikuni – púra ókeypis!

 

Tú finnur okkum á:

Facebook: Nordisk biblioteksuge Instagram: nordisk_biblioteksuge

Föreningarna Nordens Förbund og Norðurlendska ráðharraráðið skipa fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni.

 

Umsiting:

Anne Malmström, verkætlanarleiðari t-postur: projektleder@(if you can see this please update your browser)bibliotek.org

Föreningarna Nordens Förbund tlf. +45 53 69 30 66

 

Samskipari í Føroyum:

Marjun Patursson t-postur: bokasavn@(if you can see this please update your browser)fuglafjordur.fo

tlf. 238016

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017