• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Norðurlendska bókasavnsvikan

21.06.2017
Verið við í ársins størsta upplestrartiltaki!

Tíðindaskriv frá Meginfelag Norrønu Felaganna

Dagarnar 13.-19. november 2017 verður skipað fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni, har evnið verður «Oyggjar í Norðurlondum». Tú kanst vera við til at mynda ársins størsta upplestartiltak saman við fleiri enn 2000 øðrum stovnum úr øllum Norður-og Baltalondum.  Í 2016 hevði Norðurlendska bókasavnsvikan fleiri  enn 120.000 luttakarar, og í ár vóna vit, at norðurlendsku bókmentirnar saman við gleðini at lurta eftir søgum fer at røkka eins nógvum. Skrásetingin er opin, so til ber at melda tykkara stovn til longu í dag!

Norðurlendska bókasavnsvikan er stórt tiltak, har lisið verður upp úr somu norðurlendsku bókmentunum  samstundis  kring øll Norður- og Baltalond . Í novembermyrkrinum skipa skúlar, bókasøvn, barnagarðar, norrønu feløgini umframt aðrir mentanarstovnar fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni. Sløkkið ljósið, tendrið eitt kertuljós og takið lut í upplestrarløtuni  saman við 120.000 børnum, ungum og tilkomnum úr øllum Norður- og Baltalondum.

Ársins evni – Oyggjar í Norðurlondum

Við ársins evni «Oyggjar í Norðurlondum» bjóðar Norðurlendska bókasavnsvikan bæði luttkarum og fyriskiparum  at «loypa oyggj av oyggj»  í norðurlendsku bókmentunum. Ársins evni er ætlað sum ein savnandi snúningsdepil fyri øllum  - alt frá bókunum, ið vit hava valt til  upplesturin  - og til at seta dám  á teir ymisku aktivitetirnar og tey ymisku tiltøkini. Í sambandi við 100-ára háitðarhald Finnlands í 2017 ynskir Norðurlendska bókasavnsvikan  at varpa ljós á finskar bókmentir. Finskir rithøvundar hava skrivað allar bøkurnar, sum í ár eru valdar  til upplesturin.

Bøkurnar til upplesturin í 2017

Mauri Kunnas  hevur skrivað «Skatteøyen», sum verður lisin fyri teimum  yngstu.

Maria Turtschaninoff  hevur skrivað  «Maresi» , sum verður lisin fyri teimum  ungu.

Ulla-Lena Lundberg hevur skrivað  «Is» , sum verður lisin fyri teimum  vaksnu .

Far inn á heimasíðuna hjá Norðulendsku bókasavnsvikuni www.bibliotek.org/fo og melda tykkara stovn til longu í dag. Har fært tú eisini  meiri  kunning um  ársins bøkur, ársins evni og nógv annað.

Kom við og fá íblástur!

Foreningene Norden skipar fyri Norðurlendsku bókasavnsvikuni við stuðli frá Norðurlendska ráðharraráðnum.

Kontaktpersónur í Føroyum: Marjun Patursson

Verkætlanarleiðari: Anne Malmstr øm 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017