• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Norðurlendska málherferðin skipar fyri stórum kappingum

02.03.2011
Til ber at vinna hálva millión í kapping, sum norðurlendska málherferðin skipar fyri.

Norðurlendska málherferðin, sum hevur til endamáls at menna norðurlendskt í norðurlondum, er í hæddini í verandi skúlaári.

Tvær kappingar eru útskrivaðar í hesum sambandi. Onnur er ætlað læraraskúlalesandi, sum kunnu vinna 10.000 DKK fyri bacheloruppgávu ella høvuðsuppgávu við norðurlendskum sum evni.

Hin kappingin snýr seg um at menna undirvísingina í norðurlendskum í norðurlondum við onkrum átaki, t.d. gransking, undirvísingartilfari, skeiðum o.s.fr. Vinningurin í hesi kappingini er 500.000 DKK.

Lesið meira á www.nordisksprakkampanje.org

Lagt út: Sólvá Jónsdóttir, lærugreinaráðgevi

|
Atknýtt tíðindi
Norðurlendskt mál til viðgerðar
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017