• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nýggir krabbar

04.05.2016
Mjúkar kaninir, vandamikil dýr, óhugni og kærleiki

Í teimum sjey nýggju krabbunum, sum júst eru komnir, er eitt sindur av hvørjum.

Eg og mítt kelidýr – Kanin eftir Beintu Johannessen er faktakrabbabók til triðja torleikastig. Hetta er fyrsta bókin í eini røð um kelidýr. Flest øll elska kaninir, og nógv børn eru von við kaninir. Tær eru hugnaligar, spælisjúkar og lættar at ansa. Men um tú vilt hava eina kanin, mást tú vita, hvussu tú skalt ansa henni; í hesi bókini fært tú svarini, tær tørvar.

Vandamikil dýr er sum heitið sipar til faktakrabbabók um dýr, sum av ymsum orsøkum eru vandamikil. Tey kunnu vera vandamikil, tí tey eru bangin, svong ella tí tey royna at verja familju sína. Nøkur dýr eru bara vandamikil fyri onnur dýr, og onnur eru vandamikil fyri fólk. Tað er Rebecca Gilpin, sum hevur skrivað, og Beinta Johannessen, sum hevur týtt. Bókin er til triðja torleikastig.

Hin hvíta hondin er bók til annað torleikastig eftir Jørn Jensen. Gutti hevur lisið um eina hvíta hond. Eina hond, sum sveimar í myrkrinum. So tekur ein hond í hann … Tað er Hjørdis Heindriksdóttir, sum hevur týtt.

Teir óhugnaligu skortarnir er um vinmenninar Símun og Sáru, ið spæla við óhugnaligu skortarnar hjá Símuni. Tey kløkka Atla og halda, at tað er stuttligt, men so fer hurðin knappliga upp … Eisini henda bókin er til annað torleikastig, Jørn Jensen hevur skrivað og Hjørdis Heindriksdóttir týtt.

Jóal og Ina. Ein kærleikssøga eftir Geir Gulliksen og Annu Fiske er fitt bók til fjórða torleikastig um Jóal og Inu, sum møtast ein dagin í skúlanum. Hóast Ina er eldri enn Jóal, gerast tey ógvuliga góðir vinir. Kanska betri enn góðir vinir. Hetta er ein vøkur søga um vinalag og kærleika – og um at onkuntíð eru tey vaksnu bara til fortreð. Sigurlaug Fossdal hevur týtt til føroyskt.

Ein móti øllum! er fimta og síðsta bókin í røðini K fyri Karin eftir Line Kyed Knudsen; bókin er til fjórða torleikastig. Í hesi bókini sleppur Malja ikki inn í holuna hjá dreingjunum. Teir siga, at hon luktar. Karin heldur dreingirnar vera óreinar. Hon heldur tað vera synd í Malju, men so ger Malja nakað býtt … Bøkurnar í hesi røðini eru um vinkonur og vinalag, sum viðhvørt er trupult. Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt.

Beinta 4 við undirheitinum Hetta kann bara enda væl er síðsta bókin í røðini um vinkonurnar Beintu og Sáru; Sára er við at koma fyri seg aftur eftir at hon hevur sagt frá, at mammubeiggin hevur gjørt seg inn á hana. Saman við familjuni hjá Sáru eru tær tvær vikur sunnanfyri. Tað kitlar í búkinum á Beintu, og Sára er glaðari enn hon hevur verið leingi. Alt er øðrvísi, ella er tað … Tað er Bente Bratlund, sum hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Bókin er til fimta torleikastig.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017