• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nýggjur ljóðbókalisti

26.09.2017
Ljóðbókalistin er ein listi yvir bøkur, lisnar inn á fløgur og bond, sum Býarbókasavnið eigur.

Tær eru bæði á føroyskum og donskum, og meginparturin er á fløgum. Í listanum er ein stutt lýsing av hvørjari einstakari bók.

Øll kunnu læna ljóðbøkur. Um tú ikki fært komið á bókasavnið, kanst tú senda onkran fyri teg ella melda teg til Bókaberan, sum er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum ikki hava møguleika at koma á bókasavnið.

Eisini ber til at ringja ella skriva, og vit senda bøkurnar. Serlig avtala er við Posta um, at tey, sum ikki fáa lisið vanligar bøkur, ikki gjalda postgjald.

Býarbókasavnið bjóðar eisini atgongd til ljóðbókatænastur á netinum, sí www.bbs.fo.

Vinarliga

Býarbókasavnið

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017