• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Ókeypis bók um samvirkisnám og floksleiðslu

24.08.2016

Í fjør og í ár skipar Nám fyri skeiði um floksleiðslu fyri allar lærarar í fólkaskúlanum og teimum, sum undirvísa í miðnámi. Í hesum sambandi er bókin “Samvirkisnám og floksleiðsla” eftir skeiðshaldaran Mette Stange týdd og tillagað til føroyskt.

Kanningar vísa, at samvirkisnám (co-operative learning) gevur sera góð faklig úrslit, samstundis sum tað kveikir hugin og evnini at samstarva, samskifta og skilja onnur. Næmingarnir verða meira virknir, men tað er týdningarmikið, at lærarin er greiður og setir karmarnar fyri felagsskapin.

Í bókini verða samvirkisnám og floksleiðsla sett saman, og rithøvundurin greiðir frá, hvussu tú skipar og stuðlar lærutilgongdir og ger tær meira tilelvandi, og hvussu tú sum lærari kanst fáa sum best burtur úr við at hava eina greiða dagsskrá, skilagóða hølisinnrættan og skipaðar næmingabólkar.

Nógvar venjingar eru eisini í bókini, og tær kunnu brúkast á øllum floksstigum í skúlanum. Í venjingunum kanst tú arbeiða og venja bæði fakligar og sosialar partar – ofta samstundis. Kapitlarnir í bókini umrøða evni sum eitt nú felagsskap, floksleiðslu, inklusión, sosialar førleikar, foreldrasamstarv og toymissamstarv.

Rithøvundurin, Mette Stange, er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur fleiri ára royndir við undirvísing og sum námsfrøðiligur ráðgevi, serliga innan samvirkisnám og floksleiðslu. Solveig Debess hevur ritstjórnað føroysku útgávuna, og Lena Jacobsen hevur týtt og tillagað. Bókin er tøk sum netbók á Snar, og kann eisini takast niður sum ebók og sum pdf-skjal

Les netbókina her: Samvirkisnám og floksleiðsla

Les um útgávuna her: Snar

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017