• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

PISA-úrslit 2016

06.12.2016
Framgongd í 10 ár

Í dag 6. desember kl. 10 vóru PISA kanningarnar lagdar fram í øllum londum, sum luttaka.

Ymiskt er, hvussu gongdin er í ymsu londunum.

Í Føroyum hava vit havt støðuga framgongd øll 10 árini, vit hava verið við í hesari kanning.

Nú eru vit um at fáa øll grannalondini aftur. Lesiførleikin og førleikin í støddfrøði er á næstan sama støði her, sum í grannalondum okkara, meðan førleikin í náttúrulærugreinunum er heldur lakari.

Hevur tú hug at kunna teg nærri um PISA, so eru stutt vidoebrot at síggja her.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017