• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Próvtalsstigin til 9. flokk tillagaður

16.06.2016
Tíðindaskriv

Eftir fyrispurning um talgildu próvtøkurnar í støddfrøði í 10. flokki, hava Nám og Próvstovan gjøgnumgingið próvtalsbýtið í øllum teimum lærugreinunum, sum hava talgildar próvtøkur – hesar eru føroyskt, danskt, enskt og støddfrøði í 9. og 10. flokki.

Gjøgnumgongdin vísti, at skalin í støddfrøði í 9. flokki er ov strangur. Serliga í niðara endanum hevur skalin ov lítla rúmd. 

9. floks næmingarnir hava verið til tvær fyrireikandi royndir í ár eftir sama próvtalsstiga, og næmingarnir vóru uppi í somu royndum í fjør, har stigin var til lagaður til, at tey gingu í 8. flokki. Trupulleikin er tí ikki, at næmingarnir ikki eru fyrireikaðir til próvtøkurnar ella til próvtalsstigan.

Skúlaleiðslur eru eisini gjølla kunnaðar um skipanina, próvtalslistar og royndarhaldið annars á eftirmetingarfundum og í samskifti gjøgnum alt skúlaárið millum Nám, Próvstovuna og leiðslurnar á innannetinum í teldupostskipanini FirsClass.

Men tað eigur sjálvandi ikki at ganga út yvir teir næmingar, ið hava verið til roynd í støddfrøði í ár, at próvtalsttigan er ov strangur í mun til innihaldið á uppgávuni hesaferð, og tí hevur Próvstovan valt at flyta minstakravið fyri at fáa próvtalið 02 úr einum triðingi niður í ein fjórðing umframt onkrar smávegistillagingar í skalnaum annars.

Próvdómarar og skúlaleiðslur hava fingið boð um, at avrikini í støddfrøði í 9.fl í greiðslu- og fimisrokning skulu metast av nýggjum samsvarandi einum nýggjum, tillagaðum skala. Hetta umfatar eisini teir næmingar á m.a. NámX, ið hava verið upp í próvtøku á 9.flokks stigi.

Tað var einki í gjøgnumgongdini, sum peikaði á, at skalin er ov strangur ella at dømt er ov strangt í 10. flokki í støddfrøði. Tað málið ger Próvstovan ikki meira við.

Próvstovan fer í heyst at seta ein bólk við avvarandi pørtum í skúlaverkinum at eftirmeta allar próvtøkurnar og koma við einum tilmæli um leistin, sum próvtøkurnar verða skipaðar eftir framyvir, har atlit verða tikin til uppgávugerð, próvtalsgeving, próvdøming, skalar, støði, minstukrøv og námsætlanir.

 

Tak tíðindaskrivið niður

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017