Talan er um eitt royndarstarv til 31. desember 2017. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365 og gevur út undirvísingartilfar. Ráðgevin verður bæði partur av útgávutoyminum og KT-toyminum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi, við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Starvið vendir sær fyrst og framst móti fólkaskúlanum í royndartíðini. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið og ráðleggingina í starvinum.
Arbeiðsøkið fevnir um:
• Ráðgeva skúlunum í kt-didaktiskum spurningum viðvíkjandi O365
• Ráðgeva skúlunum og hjálpa við at verkseta iBøkur, ið Nám gevur út
• Skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlarnar
• Verða við at menna kt-námsfrøðiliga partin í útgávunum hjá Námi
Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:
• Útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi
• Góðan kunnleika iBøkur ella líknandi skipanir
• Góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini norðurlendskt og enskt.
• Góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
• Kann vísa á royndir við at verkseta KT í skúlaverkinum
Umsøkjarar, ið hava serliga viðkomandi eftirútbúgving t.d. innan kt og læring, viðkomandi kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring hava fyrimun.
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar og fakkarmar. Harafturat skal tann í settur verður vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er at rokna sum royndarstarv og er í fyrstu atløgu tíðaravmarkað
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Marnersson, stjóra í Námi á tel. 555 150 ella teldupost reginm@nam.fo. Umsókn -merkt ráðgevi- saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 31. mai 2017 og skal sendast við telduposti til Regin Marnersson, stjóra, á reginm@nam.fo.