• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Royn tíni kynstur í støddfrøðini

02.10.2017
Við netspælinum Lognumber fáa næmingar høvi at spæla einsæris ella í bólki.

Hvat er Lognumber:

Log Number er eitt spæl, sum er ment til børn og ung til at venja logiska hugsan gjøgnum spæl. Tey kunnu læra at leggja saman og at falda, sum er hent at duga í tímum í náttúruvísindum bæði í fólkaskúla og miðnámsskúla.

Hvørt Log Number spæl er sett upp sum talgáta við bara einari rættari loysn. Log Number fæst bæði við grundstigi og torførari stigum. Tú kanst spæla sum einstaklingur, men eisini sum partur av einum bólki við fleiri luttakarum, sum kappast. Kapping eggjar luttakarunum at læra at leggja saman og at falda, og ger tað lættari at minnast tabellirnar. Tað er hent, tá ið ræður at læra ymiskt, sum eisini fevnir um støddfrøði.

Log Number lærir teg at hugsa logiskt, so tú finnur svarini skjótari og lættari. Tað eru 8 torleikastig í Log Number við 36.000 spølum. Fimm tey fyrstu torleikastigini fevna um 30.000 spøl, sum hóska best til skúlabørn. Trý tey seinastu stigini í hesum spælinum eru ein avbjóðing hjá øllum, sum halda tað vera stuttligt at fáast við gátur.

Log Nubmer fær góð viðmæli frá støddfrøðilærarum.

Far inn á lognumber.com vel føroyskt sum mál og royn teg fram!

Á forsíðuni er stutt video, har donsk smágenta spælir spælið!

Vegleiðing og kunning finst eisini á síðuni!

Góðan spælihug!

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017