• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

sBók til føroyskt á miðnámi

20.08.2013
Nýggj bókaheild kemur út næsta ár, men er tøk longu nú

Nám fer í 2014 at geva út nýggja bókaheild til føroyskt á miðnámi. Talan er um tvær bøkur í einari samvirknari bókaheild.

Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen hava ritstjórnað bókina Dýpi 1. Hendan bókin er ætlað bókmentaundirvísingini í føroyskum fyrsta árið á miðnámi. Bókin fevnir um øll tey vanligu tekstasløgini, sum verða nýtt í miðnámi, og hevur umframt tekstir frymlar, arbeiðsspurningar, rithøvundakunning og orðafrágreiðingar. 

Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix ritstjórna bókina Sýni 1, sum millum annað viðger málnýtslu, málsøgu, tekstasløg  umframt grundleggjandi førleikarnar at skriva, lesa og samskifta munnligt.  Hendan bókin er týdd og tillagað úr norskum.

 

Dorit Hansen er ábyrgdarritstjóri á samlaðu sBókaheildini.

Tilfarið er í gerð og verður tøkt, so hvørt tað er liðugt. sBókin  er í hesari tilgongd ókeypis, til hon er heilt liðug.

Samvirkna útgávan er úrslit av nýggjum samstarvi millum Nám og danska forlagið Systime um at geva út sBøkur á føroyskum máli. Í fjør kom grundbókin From Where You Are til enskt miðnám. Og nú verður næsta útgávan, Føroyskt miðnám 1 tøk.

Fyri at fáa atgongd til nýggju bókaheildina er neyðugt at tekna (ókeypis) hald hjá systime.dk. Síðani ber til at fáa atgongd til nýggju miðnámsbókina her:

http://foroysktmidnam1.systime.dk/

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017