• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

sBøkur – soleiðis fært tú atgongd

19.08.2015
Nú skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina, og lærarar skulu keypa bøkur frá Námi, vilja vit vísa á, at vit, umframt mongu pappírsbøkurnar, eisini hava sBøkur til sølu.

Nám hevur higartil givið eina sBók út til fólkaskúlan. Tað er Føroysk søga 1 til lærugreinina søga og samtíð í 7. flokki. Bókin er til sølu her. Føroysk søga 2 til 8. Flokk er í gerð og verður eftir ætlan liðug til skúlaárið 2016/17, men inntil tá er hon opin, og lærarar kunnu brúka hana, um teir hava hug.

Harumframt hevur Nám í samstarvi við Javnstøðunevndina givið út sBókina Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður til samfelagsfrøði á C stigi í miðnámi. Hendan bókin kann eisini brúkast í søgu og samtíð í 10. flokki. Javnstøða. Tvey kyn – ymsar støður er almenn og ókeypis at brúka.

Hvat er ein sBók?

Ein sBók er ein sjálvstøðug talgild útgáva, sum sameinir bók og internet og tekur tað besta frá báðum heimum. sBókin hevur í stóran mun sama bygnað, sum vit eru von við í pappírsbókini, men hevur eisini allar dynamisku møguleikarnar, sum vit hava á netmiðlunum, sum t.d. video, ljóð, samvirknar uppgávur og skjótar leitimøguleikar.

Nám hevur ment føroysku sBøkurnar í samstarv við danska forlagið Systime.

Stovna kontu

Fyri at kunna gagnnýta allar hentleikarnar í sBókini, t.d um tú vilt skriva viðmerkingar ella loysa eina samvirkna uppgávu, mást tú stovna tær eina ókeypis Systime kontu. Tú stovnar kontuna við at klikkja á “Stovna mína kontu” uppi í høgra horni á sBókini. Fyll síðani allar teigarnar út. Tú kanst eisini stovna kontu við at velja “Opret MinKonto” á https://systime.dk/

Í vegleiðingini sBókin um sBókina hava vit gjørt eitt video um, hvussu tú stovnar kontu. Sí her:

Við Systime kontuni ritar tú inn í allar tær sBøkur, sum tú hevur hald til, og kontan er eisini títt eyðkennismerkið, tá ið tú keypir sBøkur í nethandlinum.

Møguleiki er at knýta Facebook, Google ella UNI-login at kontuni.

Keyp sBókina

Tá ið tú skalt keypa sBøkur, skalt tú fyrst hava stovnað tær eina sBókakontu (sí “Stovna kontu” omanfyri). Nám selur sBøkurnar í netbókahandlinum hjá Systime.

Tú kanst fara inn í handilin her: https://shop.systime.dk/ . Vel føroyskt, um tú skalt keypa føroyskar bøkur. Vel skúla (um tú ert lærari, og skúlin skal gjalda) ella privat (um tú ert næmingur/foreldur og sjálvur skal gjalda). Síðani finnur tú sBókina við at hyggja í yvirlitið ella skriva heitið í leitifeltið.

Tú kanst eisini keypa sBókina við at fara í ta sBók, sum tú vilt keypa, og trýsta á gula knøttin “Keyp atgongd” - uppi í ovara høgra horni.

sBøkur hjá Námi, sum kunnu keypast:

https://foroysksoga1.systime.dk/

Tá ið tú keypir eina sBók, velur tú hvat slag av haldi, tú skalt hava (styttri og longri tíðarskeið), og hvussu nógvar lyklar tú skalt hava. Ein lykil letur eina bók upp. (Fólkaskúlalærarar, sum skulu keypa til heilar flokkar, skulu t.d. keypa 25 lyklar – næmingatal + 1 til læraran).

Tá ið tú hevur keypt sBókina fært tú ein teldupost við lyklinum, og einum leinki at virkja bókina við. sBókin verður virkja við annaðhvørt at trýsta á leinkið í teldupostinum ella við at trýsta á leinkið "Virkja eLykil" uppi í høgra horni í sBókini. Skriva lykilin inn í rútin og trýst á "Aktivér".

Nú hevur tú tú tína egnu sBók, sum tú altíð hevur atgongd til við at rita teg inn í tína kontu.

Hjálp

Í sBókini um sBókina eru vegleiðingar til, hvussu tú brúkar ymsu hentleikarnar í sBókunum.

Hevur tú framvegis ivamál, kanst tú spyrja okkum í Námi um hjálp.

 

Sigfríður S. Sólsker

sigfridur@(if you can see this please update your browser)nam.fo

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017