• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Sbøkur til miðnám - vegleiðing

19.08.2015
Nám hevur útgivið tríggjar sBøkur til miðnám, og harumframt liggja tvær ávegis sBøkur tøkar at brúka ókeypis

sBøkur – soleiðis fært tú atgongd

Nám hevur higartil givið tríggjar sBøkur út til miðnám. Tað eru From Where You Are til lærugreinina enskt á C og B stigi,  Sýni & Dýpi 1 til lærugreinina føroyskt fyrsta árið í miðnámi og  Javnstøða. Tvey kyn – Ymiskar støður, sum Nám hevur givið út saman við Javnstøðunevndini.

Harumframt eru aðrar bøkur í gerð, m.a.  Fransktbókin til lærugreinina franskt og Sýni & Dýpi 2 til annað árið í føroyskum í miðnámi. Hesar báðar sBøkurnar eru opnar til ókeypis nýtslu, til tær eru heilt lidnar og verða settar til sølu. Fransktbókin verður sett til sølu í oktober í ár, og Sýni & Dýpi 2 í juli næsta ár.

 

Hvat er ein sBók?

Ein sBók er ein sjálvstøðug talgild útgáva, sum sameinir bók og internet og tekur tað besta frá báðum heimum. sBókin hevur í stóran mun sama bygnað, sum vit eru von við í pappírsbókini, men hevur eisini allar dynamisku møguleikarnar, sum vit hava á netmiðlunum, sum t.d. video, ljóð, kvissur og skjótar leitimøguleikar.

Nám hevur ment føroysku sBøkurnar í samstarv við danska forlagið Systime.

 

Stovna kontu

Fyri at kunna gagnnýta allar hentleikarnar í sBókini, t.d um tú vilt skriva viðmerkingar ella loysa eina samvirkna uppgávu, mást tú stovna tær eina ókeypis Systime kontu. Tú stovnar kontuna við at klikkja á “Stovna mína kontu” uppi í høgra horni á sBókini. Fyll síðani allar teigarnar út. Tú kanst eisini stovna kontu við at velja “Opret MinKonto” á https://systime.dk/

Í vegleiðingini Sbókin um sBókina hava vit gjørt eitt video um, hvussu tú stovnar kontu. Sí her: https://sbok.systime.dk/index.php?id=883

Við Systime kontuni ritar tú inn í allar tær sBøkur, sum tú hevur hald til, og kontan er eisini títt eyðkennismerkið, tá ið tú keypir eina sBók í nethandlinum.

Møguleiki er at knýta Facebook, Google ella UNI-login at kontuni.

 

Keyp sBókina

Tá ið tú skalt keypa sBøkur, skalt tú fyrst hava stovnað tær eina sBókakontu (sí “Stovna kontu” omanfyri). Nám selur sBøkurnar í netbókahandlinum hjá Systime.

Tú kanst fara inn í handilin her: https://shop.systime.dk/ . Vel føroyskt, um tú skalt keypa føroyskar bøkur. Vel skúla (um tú ert lærari, og skúlin skal gjalda) ella privat (um tú ert næmingur og sjálvur skal gjalda). Síðani finnur tú sBókina við at hyggja í yvirlitið ella skriva heitið í leitifeltið.

Tú kanst eisini keypa sBókina við at fara í ta sBók, sum tú vilt keypa, og trýsta á gula knøttin “Keyp atgongd” - uppi í ovara høgra horni.

sBøkur hjá Námi, sum kunnu keypast:

https://namfromwhereyouare.systime.dk/

https://sd1.systime.dk/

Tá tú keypir eina sBók, velur tú hvat slag av haldi, tú skalt hava (styttri og longri tíðarskeið), og hvussu nógvar lyklar tú skalt hava. Ein lykil letur eina bók upp. (Fólkaskúlalærarar, sum skulu keypa til heilar flokkar, skulu t.d. keypa 25 lyklar).

Tá ið tú hevur keypt sBókina fært tú ein teldupost við lyklinum, og einum leinki at virkja bókina við. sBókin verður virkja við annaðhvørt at trýsta á leinkið í teldupostinum ella við at trýsta á leinkið "Virkja eLykil" uppi í høgra hornið í sBókini. Skriva lykilin inn í rútin og trýst á "Aktivér".

Nú hevur tú tú tína egnu sBók, sum tú altíð hevur atgongd til við at rita teg inn í tína kontu.

 

Hjálp

Meira kunning um sBøkur og hvussu tær kunnu brúkast er í vegleiðingini sBókin um sBókina.

 

Føroyskar sBøkur, sum eru til sølu:

From Where You Are https://namfromwhereyouare.systime.dk/

Sýni & Dýpi 1 https://sd1.systime.dk/

Føroysk sBók, sum er ókeypis:

Javnstøða. Tvey kyn – ymiskar støður https://javnstoda.systime.dk/

Føroyskar sBøkur, sum eru ávegis og kunnu brúkast ókeypis:

Fransktbókin https://fransktbokin.systime.dk/

Sýni & Dýpi 2 https://sd2.systime.dk/

 

 

|
Atknýtt tíðindi
sBøkur – soleiðis fært tú atgongd
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017