• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Stór stuttsøgukapping

07.08.2011
Dask-online, Novelleforlaget og Kort&Godt skipa fyri stórari stuttsøgukapping frá 15. august til 15. september 2011. Vinnandi stuttsøgan verður gjørd til film.

Stuttsøgan skal vera upp til 5 síður til longdar, og temað skal vera "karnival."

Vinnarin verður funnin innan 1. oktober 2011. Síðani verður stuttsøgan saman við tveimum øðrum stuttsøgum av síðuni www.novelleundervisning.dk gjørd til film. Hesir tríggir filmarnir kappast so eisini, og vinnarin verður funnin 15. desember.

Talan er ikki um eina næmingakapping burturav, men heldur eina almenna kapping, har øll kunnu vera við.

Lesið meira her

Lagt út: Sólvá Jónsdóttir, ráðgevi

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017