• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Stuttligari grannamál

06.11.2017
Nú gerst enn stuttligari at undirvísa í grannamálum

Tíðindaskriv

Undirvísingarportalurin Norden i Skolen verður nú enn lættari og stuttligari at brúka fyri lærarar og næmingar í Norðurlondum: Portalurin er mentur, so tú sum lærari skjótari kann fáa yvirlit yvir teir nógvu ymisku tekstirnar, filmarnar, uppgávurnar og virksemið, tú ókeypis kann brúka, eins og tú lættari kanst koma í samband við ein vinarflokk.

"Nordeniskolen.org verður brúktur av lærarum og fólkaskúlaflokkum í øllum Norðurlondum, og við nýggju síðuni verður tað enn lættari at fáa grannamáls-­‐undirvísingina inn í gerandisdagin hjá flokkinum”, greiðir verkætlanarleiðarin hjá Norden i Skolen, Thomas Henriksen, frá.

Undirvísingarportalurin er eitt ókeypis tilboð til allar norðurlendskar skúlar, ið Norrønu Feløgini og Norðurlendska Ráðharraráðið standa fyri. 10.000 lærarar úr øllum Norðurlondum brúka í dag portalin, sum byrjaði í 2011.

Fá yvirlit við einum klikki

Portalurin hevur nú fingið eina nýggja leitiskipan, so tú sum lærari við einum einstakum kikki kanst fáa yvirlit yvir øll undirvísingartilboðini, ið kunnu brúkast til tín flokk. Eitt nú eitt stórt úrval av skræddaraseymaðum evnispakkum, tekstum og filmum við spennandi uppgávum, har alt er lagt til rættis og klárt at brúka. Til dømis um grannamál, samfelagsviðurskifti og mentan í Norðurlondum.

Sum nakað nýtt, kanst tú eisini leita eftir serstøkum læruevnum, so tú lættliga kann knýta tilfarið til námsætlanina.

Thomas Henriksen, verkætlanarleiðari, sigur:

"Við portalinum vilja vit geva lærarum og næmingum í Norðurlondum møguleika fyri at arbeiða við grannamálum á ein stuttligari og meira viðkomandi hátt – eitt nu við at taka við fleiri modalitetir við


tilknýttum filmum og virksemi, har næmingarnir umvegis kjatt/videokjatt kunnu samstarva við vinarflokkar úr øðrum Norðurlondum í ymsum evnum, eitt nú máli, náttúrulæru, søgu og samfelagslæru.”

Lætt at gera verkætlanir við vinarflokkum

At tað er komið eitt betri yvirlit yvir portalin ger eisini, at flokkurin í gerandisdegnum bert er eitt klikk burtur frá vinarflokkum, so samstarv við flokkar aðra staðni í Norðurlondum lættliga kann takast við í dagligu undirvísingina: Nordeniskolen.org hevur nú fingið eitt vinaflokkarúm, har tey

– við fráboðanartalvu og kjattmøguleikum – kunnu koma i samband við vinarflokkin.

"Við at gera samrøður við hvønn annan, leggja fram fyri hvørjum øðrum o.s.fr. umvegis kjattið, fáa næmingarnar á ein spennandi og týðandi hátt vant teirra kunnleika í grannamálum. Hesin ektaði lærusamanhangur, ið tey uppliva við at kjatta við næmingar í øðrum londum, lærir tey nakað heilt annað enn vanlig talvuundirvísing og bókmentalesnaður kann. Tí er tað av týdningi, at næmingarnir fáa persónligar royndir við at samskifta á grannamálum, eisini hóast nøkur kanska halda, at tað kann vera trupult."

Nýtt tilfar á veg

Nýtt tilfar er eisini á veg: Spennandi SKAM-­‐tilfar til fráfaringarflokkarnar, tilfar til miðnám og tema til miðflokkarnar um plastdálking og tey norðurlendsku málini, verða løgd fram hesar komandi vikurnar.

Sí nýggja nordeniskolen.org her Fá meiri at vita:

Thomas Henriksen, verkætlanarleiðari, thomas@fnfnorden.org, tlf. +4526116267

 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017