• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Tema: Samkynd giftast

13.05.2016
Nám hevur gjørt temasíðu á undirvísingarportalinum Snar um tær broytingar, sum eru samtyktar at gera í hjúnabandslógini.

Á temasíðunum eru kjakevni hjá lærarum og skúlanæmingum at arbeiða við.

Snar sigur, at fakliga fevnir síðan um lærugreinarnar samfelagsfrøði á miðnámi, og søgu/samtíð, føroyskt og kristni á hádeild í fólkaskúlanum.

Undir evnunum eru uppgávur.

Við nýggjastu kanning um happing í skúlanum, vil temasíðan eisini skapa eina ítøkiliga fatan av, at í felagsskapinum eigur eingin at verða hildin uttanfyri.

Í aktuella samgonguskjalinum sæst orðið ‘vit’ sekstan ferðir. Allíkavæl siga vit ‘hitt slagið’ um samkynd, og øll vita, hvat vit meina við.

Góðar og upplýsandi sendingar í almenna Kringvarpinum hava havt sama heiti, uttan at nakað ilt hevur ligið í tí.

Hagfrøðin sigur, at í hvørjum flokki eru tveir næmingar, sum ikki er hinskyndir eins og restin av flokkinum. Sagt verður, at 5-10% eru samkynd, tvíkynd ella tvørkynd.

Tá er neyðugt at ansa eftir felagskensluni. Vit eru øll vit. Og eingin er farin av vitinum av at ganga í skúla. Vit eru øll vit. Eisini tey vitugu.

Her er temasíðan um samkynd

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017