• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Tilboð til skúlar - TÓM RÚM

07.02.2014
15. februar verður nýskrivaður leikur frumsýndur á Tjóðpalli Føroya. Leikin hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað. Hann eitur TÓM RÚM.

Tíðindaskriv frá Sprotanum

Leikritið verður givið út sum bók beint fyri frumsýningina, og er áhugi fyri tí, fer Tjóðpallurin at skipa fyri eykasýningum fyri næmingum.

Tá ið leikritið kemur út, verða eisini verkevni til leikin og myndatilfar frá leikinum tøk á heimasíðu Sprotans, klár at taka niður at arbeiða við. Mikkjal Helmsdal, fyrrverandi rektari á Føroya studentaskúla, hevur gjørt verkevnini til leikin.    

Hetta er frálíkt høvi at skifta orð um nýggjan føroyskan skaldskap og skipa eina øðrvísi bókmentaundirvísing við leikframførslu og teksti. Leikurin nemur við viðkomandi, viðkvom evni, sum góð eru at skifta orð um á skúlum.   

Verða flokssett keypt, fæst bókin fyri 100 kr. Vanligur prísur er 179 kr.   

Tey, ið áhugað eru í tilboðnum frá forlagnum, kunnu snúgva sær til: elisabeth@bms.fo Skriva, hvussu nógv eintøk, tit vilja hava, og hvar bøkurnar skulu verða koyrdar, so sær Bókamiðsølan til, at tit fáa tær. 

Bókin verður á marknaðinum 14. februar.   

---

Um Tóm rúmKanska ber tað til at finna eydnuna, tá ið høpisloysið fløðir, og tómleikin oysir niður. Ella í øllum førum at hóma hana. Gleðina. Tá ið søgur uttan kjøt og blóð missa sína gandamegi, og náðin, tú helt teg síggja, vísir seg at vera endurspegling av tínari egnu ræðslu.    

Tey leita í leikinum tóm rúm. Kaga í skuffur og minni, lata upp og læsa aftur, trilva og tiga. Kanska er tað tómt handan forhangið, og kanska er einki loynirúm við arvasynd. Men ber tað til at feira heimleysa sirkuslívið? Ber tað til at skapa sær eitt glopp, eitt tómrúm, har mann fær livað og andað?   

 ---   

Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í Tórshavn 30. apríl 1974. Marjun skrivaði síni fyrstu verk beint eftir aldaskiftið, og eina heiðurliga slóð av viðurkenningum hevur hon longu lagt eftir seg.  

Í 2012 læt hon úr hondum yrkingasavnið Rót Tripp, sum sannførandi vísti, at hon sum lyrikkari brýtur upp úr nýggjum.       

Sami tóni og sama dulda snið er í hesum leikinum. Ósjónligu bondini, ið binda menniskju, ættarlið og fatanir saman, laða eisini upp ósjónlig mørk millum menniskju, sum eru í rúmum, ið onkursvegna eru tóm.  

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2014