• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Trý størv í Námi

25.04.2016
Størv í Námi sum KT-leiðari, ritstjóri og bókavørður leys at søkja.

KT-leiðari til Nám

Vilt tú seta dagsskránna innan KT í skúlaverkinum?

Nám søkir hervið eftir KT-leiðara til stovnin og undirvísingarøkið. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, ið ger og tillagar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið, veitir bókaútlán, skeið og ráðgeving til starvsfólk í skúlaverkinum; rekur, viðlíkaheldur og mennir KT-skipanir til skúlaverkið, serliga fólkaskúlan og eigur og rekur undirvísingarportalin Snar. Harafturat skal Nám eiga, reka ella røkta allar savnandi KT-skipanir tilskúlaverkið, sum Mentamálaráðið varar av.

Les alla starvslýsingina

-------------

Ritstjóri til Nám

Vilt tú vera við til at geva út føroyskt til miðnám? 

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra frá 15. august 2016. Talan er um eitt farloyvisstarv til 31. januar 2017. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, FirstClass og gevur út undirvísingartilfar. Útgávutoymið, sum ritstjórin er ein partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning við uppgávum serliga innan bókarøðina Sýni & Dýpi við serligum atliti at triðju bókini í røðini.

Les alla starvslýsingina

-------------

Bókavørður til Nám

Vilt tú vera við til at styrkja og menna savnsøkið í Námi?

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum bókavørði frá 15. august 2016. Talan er um eitt farloyvisstarv til 31. mai 2017. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, FirstClass og gevur út undirvísingartilfar. Savnið, sum bókavørðurin er partur av, vendir sær til skúlaverkið og dagstovnaøkið og er ein sýnisgluggi, har nýggjasta føroyska og útlendska undirvísingartilfarið verður víst fram til kunningar, íblástur og útlán. Í savninum eru eisini yrkisbókmentir og flokssett við fagurbókmentum á føroyskum, donskum og enskum.

Les alla starvslýsingina

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017